Lýsing
Lýsing
Lýsing

Á Falklandsoyggjarnar á sílaveiðu

SKRIVAÐ: Tekstur: Oliver Joensen. Myndir: Mauritia Kirchner  |  22.04.2020 - 09:27 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í februar mánaða í ár fóru tey bæði, Mauritia Kirchner og Eddie Jensen úr Føroyum og allan tann langa vegin á Falklandsoyggjarnar. Endamálið var fyrst og fremst at fiska síl.

Eddie Jensen úr Haldórsvík greiður frá, at sum so mangir aðrir sílafiskarar í Føroyum, so kendi hann væl týsku kvinnuna, ið hevur búsett seg í Kvívík ein part av árinum, stórt sæð við endamálinum, at fiska síl og laks í Føroyum.

Fall fyri Føroyum

Mauritia hevði sett sær fyri, tá hon fyrstu ferð fór úr Týskalandi og leiðin gekk hendan vegin, at hon ætlaði sær til Føroyar ella Íslands at setast niður part av árinum at njóta náttúruna og at fiska.

Komin til Føroya og aftaná at hava verið í Íslandi, settist hon niður her og keypti sær hús í Kvívík, tí sum hon sigur “Eg fall fyri Føroyum”.

Kom í prát við Mauritiu

Eddie sigur víðari, at tey bæði ofta eru komin í prát saman á veiðitúrum kring um í landinum. Einaferð, eg haldi tað var eftir laksatíðina í 2018, tá bar Mauritia upp á mál at hon væl kundi hugsa sær at farið ein túr til Falklandsoyggjarnar at fiska. Jamen, fert tú, so komið eg við, um eg sleppi, svaraði eg. So í fjør ringdi hon, tá hevði hon tilrættarlagt eina ferð og bjóðaði mær við. Eg tók sjálvandi av. Túrurin er ikki uppgjørdur enn, men við øllum, so haldi at hann fer at kosta okkum einar 25.000 krónur hvør og tað er við flúgving, kost og logi og gjald fyri fisking.

Fóru til Falklands

14. februar í ár fór er við úr Føroyum við flúgvara og Mauritia fór úr Týsklandi. Vit hittust í Heatrough lufthavnini í London. Hagani fóru fóru vit til eina floghavn í Northon í Onglandi og umborð á ein Royal Airforce Airtanker Airbus 340 flúgvara. Hetta er ein ruta, sum onglingar, ið skulu til Falklandsoyggjarnar vanliga flúgva.

Flugu í 17 tímar

Hetta er sum kunnugt ein langur flúgvitúrur, Føroyar liggja sum kunnugt á 62 stigum norður ímeðan Falklandsoyggjarnar liggja á 52 stigum suður.

Fyrst flugu vit í 7 tímar til Cap Verdi, har vit fingu olju, tað mundi taka einar tveir tímar. So aftur á flog í 10 tímar, til vit lendu á Falklandsoyggjunum. Vit fingu at vita, at hetta var ein skjótur túrur, tí jetvindarnir høvdu verið við okkum og lætt okkum um ferðina.

Um heystið

Tá vit nú lenda har í februar, tá er komið út á heystið hjá teimum. Vit lendu á einum hernaðarligum flogvølli umleið ein tíma uttanfyri Stanley, høvuðsstaðnum á Falklandsoyggjunum. Tað var eitt sindur annarleiðis at hyggja seg umkring. Har var ikki so grønt, sum tað er hjá okkum. Vøksturin var meira gulur og hartil líktust fjøllini meira heyggjunum enn tí vit kanna sum fjøll.

10 ferðir størri

Høvuðsstaðurin er sum sagt Stanley, ella fyrr Port Stanley. á Falklandsoyggjunum búgva um 2.800 fólk og oyggjarnar eru góðar 12.000 ferkilometrar til víddar ella nær 10 ferðir størri enn Føroyar, so her er gott pláss til fólkið, ið her býr.

Land Rover

Oyggjarnar eru enskar. Fólkið tosar enskt og tey koyra í vinstru síðu. Harafturat er enska pundið gjaldoyrað hjá teimum. Meginparturin av bilunum eg sá, vóru av Land Rover slagnum. Eg má siga, sigur Eddie Jensen, at eg ongantíð áður havi sæð so nógvar Land Rover av gamla slagnum. Har søgdu tey fyri mær, at teir dámdu best teir gomlu, tí teir vóru lættari at umvæla enn teir nýggjaru við nógvari elektroniskari útgerð. Eg á bara heilt fáar vanligar bilar, annars vóru tað off-roadarar, ið stjólu myndina av býnum.

Kríggið

Í 1982 leyp Argentina á Falklandsoyggjarnar, tí teir meta Falklandsoyggjarnar at verða ein part av Islas Malvinas, ið hoyra til Argentina. Men kríggið endaði við stórtapi til Argentina.

Í dag hoyra Falklandsoyggjarnar framvegis til Ongland, imeðan Argentinarar halda seg hava rættindi til oyggjarnar.

Væl til rættarlagt

Mauritia hevði tilrættarlagt túrin væl. Hon hevði ígjøgnum Visit Falkland tryggja okkum góðar umstøður at búgva. Høvuðsstøð okkara var á Eysturoynni, men vit høvdu eisini eitt stað á Vesturoynni at búgva í tá vit vóru har.

Guide høvdu vit eisini við okkum, so alt var gjørt eftir bókini. Vit fingu eisini ein fínan túr.

Oh shit

Einaferð vit vóru fleiri kilometrar inni á oynni í eini á, fingu vit væl av sílum, sum vóru vanliga eini 5-6 pund.

Tá knappliga kom ein vørrur framat fluguni hjá mær. Ikki plagi eg at siga nógv, men “Oh shit” glapp mær á munni, tí eg bleiv so skakkur. So ógvugligan vørr havi eg ongantíð áður sæð. Men tað tók ikki.

240 síl

Her var ein ørgrynna av stórum góðum sílum at fáa. Vit vóru sum sagt bæði á Vest oynni og á Eystoynni. Vest oyggin var meira spennandi. Har búgva ikki so nógv fólk, langt er ímillum garðarnar, so har ert tú meira úti á oyðini tá tú fiskar.

Tað var ikki bara í áunum vit fiskaðu. Á sjónum og í ósunum vóru eisini sera góðir møguleikar. Eg fylgdi ikki við hvussu nógv síl vit fiskaðu hesar 14 dagarnar. Men Mauritia segði einaferð, at hon metti at vit høvdu fiska eini 240 síl tilsamans.

Upp til 20 pund

Sjálvandi, vit kundu minni enn so taka alt vit fingu. Men vit tóku eisini síl og gjørdu tey til. Tey vóru sera góð og hartil vóru tey eisini sera veit. Tað størsta sílið, sum eg fekk mundi viga eini 9 pund. Sagt var har, at tað størsta sílið, sum teir hava fingið vigaði 20 pund.

Ongin lús

Nógvu mógvur kom oman við áunum. Hetta gjørdi, at vatnið var sera myrkt ella brúnt. Hetta ligaði eisini sílini. Tey sílini vit fingu niðri við ósánar og út ímóti sjónum vóru meira blonk.

Men eitt vit løgdu merki til var, at á veiðutúrunum hesar 14 dagarnar vit vóru har, sóu vit ikki eina einastu lús á fiskunum. Um talan so var um síl vit høvdu fingið langt inni í landinum ella útið í ósunum, so var skræðan so snøgg og pen, ikki ein skøva ella sár.

Ongin laksur

Men laks sóu vit ikki. Vit fingu at vita, at tey høvdu roynt at seta laks út har, men at tað hevði ikki eydnast teimum at fingið hann í áirnar aftur.

Pingvinir

Fyri okkum var ymisk fremmand fuglasløg at síggja, ikki minst pingvinirnar, ið vóru ógvuliga spakar. Gæs, ið eg ongantíð áður havi sæð og ørnir og  stórir svartir fuglar, ið lógu framvið eftir pingvinungur, sum vóru illa fyri. Ongir mýggjabitar vóru at síggja, bert nakrar skinnflugur, so har var góður friður og nógv fyri eyguni at hyggja eftir ímeðan tú fiskaði.

700.000 áseyðir

Eg legði eisini merki til, at falklandsbúgvar gjørdu sera lívið av at fiska við báti, har vóru næstan ongir bátar. Harafturímóti søgdu teir at tað vóru um 700.000 seyðir. Sagt var, at teir liva sum mest av landbrúki og høvuðsmaturin var seyðakjøt og neytakjøt og ótrúliga lítið av fiski.

Hatta gerið eg aftur

Eddie Jensen sigur at enda, at hann heilt víst ætlar sær aftur til Falklandsoyggjarnar einaferð at fiska. Tá ætli eg mær heilt vist til Vest oynna, tí har er mest spennandi hjá okkum, ið eru bitin av at fiska í áum, vøtnum og við strendur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum