Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: reuters

Nær kunnu vit vænta eina vaccinu?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.04.2020 - 17:10 Tíðindi

Enn er ongin vaccina ímóti Coronavirusi, men granskarar arbeiða dag og nátt fyri at finna eina. Royndir hava verið gjørdar á djór, meðan royndirnar uppá menniskju, sum higartil hava verið gjørdar, hava verið úrslitaleysar. Fleiri menniskja-royndir eru í umbúna, men vit mugu gera okkum greitt, at tað væl kann taka ár, áðrenn vit hava eina vaccinu. Tað sum flestu granskarar miða ímóti, er á sumri í 2021.

Corona-virusið, ella Sars-CoV-2, sum tað eitur í læknafrøðini, smittar sera illa, og nógv tann størsti parturin av menniskjum er útsettur fyri at kunna fáa smittuna. Høvdu vit havt eina vaccinu, hevði hon givið verju við at vant immunskipanina hjá fólki at niðurbart virusið, so tað ikki fekk fastatøkur og menti seg til Covid-19-sjúkuna. Tá tað var hent, kundi sosiala frástøðan so líðandi verið linkað, og sóttarhald útfasað, og vit kundu fingið ein nøkulunda vanligan gerandisdag aftur.

Har er nógv ferð á granskingini í løtuni, og kring heimin sita í minsta lagi 80 bólkar av granskarum v.m. og arbeiða í fullari ferð við at menna eina vaccinu. Onkrar av hesum  eru komnar so langt sum á royndarstøði. Royndir hava verið gjørdar uppá menniskju, eitt nú við meningitis-vaccinu, men hesar vísa seg ikki at kunna verja ímóti Corona. Í Australia hava tey gjørt royndir við djórum, og fara nú seinast í apríl at byrja við royndum við menniskjum. Men tað er framvegis púra óvíst, hvussu vaccinan fer at virka.

Undir vanligum umstøðum tekur tað fleiri ár at menna eina vaccinu, onkuntíð tíggju ár ella meira. Granskararnir royna nú at røkka somu úrslitum uppá nakrar mánaðir, og hóast teir eru bjartskygdir, kann tað eisini væl vera, at arbeiðið verður fruktarleyst. Teir flestu, sum tora at geva eitt boð uppá, nær vaccinan kann vera klár, skjóta uppá miðskeiðis í 2021, umleið 12 til 18 mánaðir eftir, at virusið kom.

Vanliga virkar ein vaccina soleiðis, at kroppurin fer ein sera lítlan skamt av virusi ella bakteriu, sum immumskipanin so reagerar uppá. Verjuskipanirnar í kroppinum kenna síðani virusið ella bakteriuna aftur, tá tað herjar við fullari styrki, og vita tá, hvussu tær skulu niðurberja tað. Vanliga, men ikki altíð, verður veruliga virusið ella bakterian brúkt, bert í nógv minkaðari ella viknaðari útgávu.

Ein orsøk til at teir ikki tora at vóna ov mikið er, at vit í dag kenna til fýra ymisk onnur Corona-virus, ið eru tey sum geva okkum vanligt krím, eisini kend sum  beinkrím ella influenza, og hesi hava vit ongantíð fingið nakra vaccinu fyri. 

Har er eisini sera nógv at taka fyrilit fyri. Ein vaccina má vera trygg og sjálvsagt ikki hava fleiri hjáárin enn sjálv sjúkan. Neyðugt er at vaccinan gevur mótstøðuføri ella immunitet, fyri at hon kann kallast effektiv. Heilsumyndugleikar mugu góðkenna hana, og hon má gerast á ein hátt, sum ger, at hon kann endurnýggjast (reproducerast) til fleiri milliardir av skamtum. Hartil kemur tann praktiska avbjóðingin, ið er at íverkseta vaccinering av nærum øllum íbúgvunum í heiminum.

Fyri menningina av eini vaccinu hevði tað í roynd og veru verið betri, um fleiri fólk vóru smittað – hetta hevði givið skjótari svar –, men tað er sjálvsagt sera vandamikið fyri tey serliga útsettu. Sokallaði flokksimmuniteturin krevur, at umleið 60% ella 70% mugu vera mótstøðufør (immun) fyri at forða virusinum í at spjaðast, og tað er sera ivasamt, um tað kann røkkast við at lata so mong sum  gjørligt verða smittað. Serliga tá tað sær út til, at fleiri smittað ikki gerast mótstøðufør kortini. At gera tey immun við vaccinuni krevur eisini, at 4-5 milliardir fáa hana, nakað sum sjálvsagt eisini setir ovurhonds stór krøv.

 

Kelda: BBC, https://www.bbc.com/news/health-51665497

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum