Lýsing
Lýsing

Hvat billar Árni Dam sær inn?

SKRIVAÐ: Trina Elttør Eysturoy  |  07.05.2020 - 04:41 Lesarabrøv Vinna

Aftursvar til Árna Dam

Hesaferð úttali eg meg mína egnu vegna.

 

Hvat man Árni Dam billa sær inn at pástanda, at eg lúgvi? Tosar sum um at Artica er eitt eindømi upp á larm. Nei, veruleikin er, at neyðarróp streyma inn til felagið, javnt og samt, nátt og dag, tí fólk fáa, hvørki hvíld ella frið heima við hús. Hetta kemst av, at millum annað fleiri russisk skip, beint nú, áhaldandi halda óhugnaliga nógvan gang. 

 

Hvat hugsar Árni Dam fyri sær at niðurgera hesi neyðars fólk, sum eru niðurundir komin av hesum óskilinum? Fólk, ið ikki tora at siga frá, tí tey verða niðurgjørd av tílíkum viðmerkingum, sum hesum, men í neyðini venda sær til mín og til felagið Heimafrið.

 

Artica er bara EITT av fleiri skipum, sum eru ein marra hjá fleiri borgarum í Føroyum.

Nøkur av teimum russisku skipunum, sum ferð aftaná ferð klagað verður um eru: Boris Syromayatnikov, Yantarnyy, Karerila, Ester, Kurshskaya Kosa, Karacharovo, Koca, Demidenku, Kapitan Nazin og Lira. Hesi sleppa framvegis inn á fleiri havnir í Føroyum. Afturat hesum skipum eru enn fleiri, eisini Føroysk skip, sum larma.

 

Tað er áhugavert, at Árni Dam metir eina unga kvinnu sum meg, at geva vinnuni fótonglar. Fyri meg er hetta tekin um, at eingin hevur torað at sett orð á trupulleikan og givið skaðandi vinnuvirkseminum, sum nærum hevur virkað undir lógarloysi í sambandi við ljóðdálkan, mótstøðu. Harumframt er tað tekin um, at tey fólkavaldu venda blinda eyga til og ikki verja borgarar, sum í áravís hava kært sína neyð. Eg búgvi í einum demokratiskum samfelagi, har eg brúki mín rætt at rópa upp um órætt.

 

Slík skip eru ikki egnað at liggja tætt uppat bústaðarøkjum. Vit eiga onga industrihavn, sum ikki órógvar borgarar her á landi. Tískil mugu vit tillaga okkum eftir, at bæði vinna og borgarar kunnu trívast lið um lið. Tað er júst hesum vit rósa Vestmanna kommunu at taka avgerð um.

 

Árni Dam, hevur fyrr nevnt, at borgarar sjálvir hava ábyrgd at bjálva síni hús til at halda larminum úti. Til tað kann sigast, at fólk veruliga hava roynt. Fólk hava bjálvað alt, hvat tey kunnu. Skift vindeygu, bjálvað húsaveggir, skift klædning, tak - alt fyri at halda larminum frá havnaløgunum úti. Men til fánýtis. Lágfrekventa ljóðið, sleppur lættliga innum húsaveggir (sum eisini verður viðmerkt í fleiri ljóðkanningum). Pengarnir, sum borgarar, hvør í sínum lagi hava lagt í fyri at verja seg fyri larminum, kundu heldur verið brúktir uppá at umvæla skipini.

 

Vit mugu koma burtur frá at symtombehandla og heldur loysa trupulleikan!

Tað er fúl skomm at hava eina høvuðsvinnu, sum óneyðugt og beinleiðis gongur út yvir heilsuna hjá fólki á landi. Tað er avgerandi at seta krøv til skip at virka undir, eins og tað eru krøv til aðrar vinnugreinar. Eg ynski mær eina skynsama, ábyrgdarfulla og burðardygga høvuðsvinnu, sum vit kunnu vera errin av.

 

Árni Dam umboðar russusku larmkeldurnar og harafturat eini konservativari fortíð, sum eg ikki ynski at vera ein partur av.

 

Trina Elttør Eysturoy

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…
Føroysk skip fáa tillutað royndarkvotu í…