Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tóra Dahl Sandberg 80 ár

SKRIVAÐ: Nicolina  |  11.05.2020 - 07:24 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Leygardagin 16. mai fyllir systir okkara, Tóra,  80 ár. Hóast hon hevur búð í Keypmannahavn í meira enn hálva øld, hevur hon framvegis tætt tilknýti til ætt og vinir heima í Føroyum, og tey seinnu árini hevur hon vitjað heim til Klaksvíkar á hvørjum ári.

Tóra varð fødd ein vakran sólskinsdag heima í stovuni hjá ommu og abba á Torlabrúgv í Funningi. Tá vóru smábygdirnar fullar av lívi og virksemi - átta børn vóru fødd í Funningi hetta árið.

 

Barnaárini vaks hon upp partvíst har, men eisini í Klaksvík, á Norðoyri og í Funningsfirði og síðan í 7 ár á Viðareiði, til familjan flutti til Klaksvíkar, tá ið Tóra var 13 ár. Spyrt tú hana nú, sigur hon sum oftast: “Eg eri úr Klaksvík, men fødd í Funningi.”

 

Tóra hevur gott minni, og stuttligt er at hoyra hana siga frá barnaminnum úr Funningi og av Viðareiði, har ið hon framvegis minnist hvørt hús og hvørja menniskju. Men í Klaksvík búði hon síni ungdómsár, har ið hon m.a. var við til at stovna KFUK-skótarnar og fekk vinir fyri lívið. Hon plagdi at arbeiða í fiski á Stongunum og var eisini í handlinum hjá skyldfólkum okkara úti hjá Heina Lassen eina tíð.

 

Eftir realprógv gekk leiðin til Snoghøj á háskúla, har ið sjónarringurin víðkaðist, og danska háskúlamentanin varð løgd sum botnur undir tað mentaða tilvit, ið Tóra altíð hevur havt og framvegis hevur. Eina tíð arbeiddi hon á hotelli í Keypmannahavn, men kom so heim aftur og var vikarur í Klaksvíkar skúla.

 

Ein summardag í 1964 varð hon spurd, um hon vildi vísa útlendskum gestum tað tá spildurnýggju Christianskirkjuna, og har á kirkjugólvinum hitti hon Poul, sum hon seinni giftist við. Tey bæði hava tey seinastu stívliga 50 árini búð á Eysturbrúgv í Keypmannahavn og eiga tveir synir, verdøtur og 5 ommu- og abbasynir.

 

Í Keypmannahavn gjørdist Tóra partur av einari stórari, lívligari familju, sum heldur væl saman, og tað passaði so væl við tað, ið hon var von við. Har á Eysturbrúgv hevur altíð verið opið hús fyri øllum og pláss fyri einum aftrat. Øll verða móttikin við opnum ørmum. Óteljandi skyldfólk eru komin til Keypmannahavnar og hava gist har í styttri ella longri tíð, og har er Poul svágur líka blíður sum hon. Tað var líka mikið, um tað var tjúgundi maður í ætt, Poul fylgdi teimum til tokið, til flogvøllin, ella hvar ið tað skuldi vera, berandi viðføri. Har hjá teimum hevur mangur sanniliga sitið væl.

 

Tá ið synirnir gingu í skúla, varð Tóra vald í skúlanevndina har og seinni í kirkjuráðið í Sions kirkju, har ið hon sat í uml. 35 ár. Har var tað serliga meinigheitsrøktin, sum hevði hennara áhuga, hetta at skipa fyri tiltøkum, sum skapa trivna og samanhald. Heitt varð seinni á hana um at vera við í arbeiðinum við føroyska kirkjuliðið, og sat hon eitt skeið í kirkjuráðnum har eisini. Hon var eisini forkvinna í Føroyingafelagnum eina tíð. Tóra og Poul vóru í 25 ár virkin í arbeiðinum, sum Sions kirkja hevði fyri tey heimleysu í Keypmannahavn, og tann vegin fingu tey samband við nógv einslig fólk, sum liva á lívsins skuggasíðu. Tóra dugir so væl at lurta og í tí stilla vera nakað fyri tey.

 

Men samstundis dugir hon væl at siga tað, ið sigast skal, og letur ikki um seg ganga, tá ið hon upplivir órættvísi. Tá hevur hon bæði í talu og skrift talað at. Her hugsa vit serliga um korini hjá minni mentu medmenniskjum okkara, eitt nú tilflytarum og serliga flóttafólki í Danmark, har ið hon eisini í verki hevur víst, at hugsjónin um samhuga ikki bara eru orð. Politiski áhugin er somuleiðis, og kanska júst av somu orsøk, ógvuliga stórur.

 

Tóra hevur verið við í arbeiðinum hjá “Samnordisk pensionärskultur” í mong ár. Hon var eitt skifti forkvinna og vísti síni góðu evni at skipa fyri, tá ið skeið skulu haldast. Hon plagdi at skipa fyri ferðum til Føroya í samstarvi við háskúlar í Danmark.

 

Men alt tað fekk ein bráðan enda, tá ið Tóra á vári 2004 brádliga gjørdist blind. Hetta var ein dyggur smeitur, mest fyri hana sjálva, men eisini fyri alla familjuna. Tó lívið heldur fram, og Tóra lagaði seg til nýggju avbjóðingina. Hon setti seg ikki hendur í favn, men heldur á við sínum áhugamálum, og heldur seg ikki aftur, hóast flogið varð skert.

 

Tóra er miðdepilin í familjuni, hon, sum heldur skil á merkisdøgum hjá øllum og ringir runt til øll. Fyri okkum systkin er hon, sum elsta systir, familjuovastin, ið vit øll leita okkum ráð hjá. Hon er ein menniskja við ómetaliga víðum sjónarringi, hóast hon onki sær. Hon er sera væl lisin við breiðum bókmentaligum kunnleika og ikki minni vitan um list. Sjálv hevur hon listagávur, men fyrst og fremst gleðina við alt mentanarstarv. Og so er hon vælsignað við sjáldsama góðum hegni til at umgangast onnur menniskju.

 

Nú, ið hon fyllir 80, var hennara hægsta ynski enn einaferð at samla familjuna til veitslu, sum so mangan áður, men krúnukrímið setti tíverri fótonglar fyri tí. Vit úr Føroyum kunnu ikki vera við til at hátíðarhalda dagin saman við henni.

Tí vilja vit systkini á henda hátt bera henni eina heilsu úr Føroyum, sum hon hevur so stóran tokka til, og ynskja Tóru systur hjartaliga til lukku við áttati ára degnum við takk fyri alt gamalt og gott.

 

“Takk havi tú fyri hvørja stund,

vit hava saman livað,

alt er goymt í hjarta inni,

men einki í bókum skrivað.”

 

Nicolina

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund