Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Ólavur Frederiksen

H-bygningurin yvirhálar Glasir í prísi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.05.2020 - 19:58 Leiðarin Politikkur

Í dag samtykti Løgtingið einmælt at hækka játtanina til H-bygningin á Landssjúkrahúsinum við smáum 153 milliónum. Frammanundan kostaði bygningurin 652,6 milliónir, og við hesum kemur hann sostatt upp á 805,3 milliónir. Eftir øllum at døma gerst hann harvið dýrari enn hin stóra byggiverkætlanin í miðstaðarøkinum, sum tað vit vita enn ikki er farin upp um 800 milliónir.

Uppskotið, ið varð samtykt, æt uppskot um at “høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið”, og øll tey 27 tingfólkini, sum vóru í salinum, atkvøddu fyri meirjáttanini. Eftir ætlan skuldu tær báðar stóru verkætlanirnar í Tórshavn, Glasir og H-bygningurin, kosta beint omanfyri eina milliard krónur, men nú tað byrjar at avtorna, er greitt, at hendan upphæddin verður í minsta lagi 1,6 milliard – umleið 800 milliónir fyri hvørja.

Har eru fleiri orsakir til, at bygningurin er vorðin so nógv dýrari enn ætlað, og ein teirra var, at í upprunaligu verkætlanini varð hædd ikki tikin fyri, at H-bygningurin skuldi bindast í restina av Landssjúkrahúsinum.

Tað varð ikki heilt uttan svørðslag, at meirjáttanin fekst, og til 2. viðgerð varð “bert” samtykt at játta eina meirjáttan, ið gjørdi samlaða kostnaðin til 799,5 milliónir, tað vil siga 5,8 milliónir minni, enn Landsstýrið bað um. Men í kvøld visti Dagur og Vika so at siga, at tey 27 tingfólkini høvdu samtykt at játta allar tær knapt 153 milliónirnar, sum biðið varð um.

Í dokumentarsendingini um Glasir, sum Kringvarpið sendi í fjør summar, kom fram, at Glasir inntil tá hevði kostað tí almenna 744,5 milliónir, og tá er ventilatiónsskipanin ikki liðug; orkuskipanin, sum undanfarni mentamálaráðharri broytti í 2016, var heldur ikki liðug; og bygningurin hevur eiheldur fingið endaliga nýtsluloyvi. Tá hetta er komið uppá afturat, er hugsandi, at rokningin fyri Glasir eisini verður omanfyri 800 milliónir, men tað vit vita í løtuni, er H-bygningurin við eykajáttanini í dag vorðin landsins dýrasti bygningur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pensjónistar - strekkir fólka­pensjónin t…
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Lýsing