Lýsing
Lýsing
Lýsing

Grava fyri Mentanarhúsi

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  15.05.2020 - 00:03 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað gongur væl við at grava út og samstundis innrætta byggiplássið við verandi Posthús, sum um tvey ár skal verða nýggja mentanarhúsið í býnium.

Tað liggur væl av góðum gróti frá uppruna byggingini av Posthúsinum og parkeringspássinum  vestanfyri Posthúsið.

Hetta grótið verður nú nýtt til økið niðanfyri byggiøkið, sum skal vera arbeiðsøki hjá teimum útførandi – serliga kanjon sum er høvuðsarbeiðstakari og skal fremja sjálvan rábygningin. Her kemur byggitilfar inn byggiplássið, og her koma eisini arbeiðs- og kontór klivar at standa.

Alt byggiøkið verður væl avhegnað og er gjørdur serligur ómakur móti Klaksvíksvegnum og oman móti Vágsbøi at girða hetta økið væl av. Móti Klaksvíksvegnum verða plátur settar upp og á tær myndir av byggjarínum.

Móti Vágsbøi eru plattar væl festir inn í betonklossar, sum liggja undir steinsetingini. Síðani verða pelar í góðum góðsi slignir niður við plattarnar og hegn sett upp – har eisini myndir av byggjarínum verða settar á. Við Politistøina, er innkoyringin til byggiøkið, og verður eitt portur sett á her, sum kann stoyngjast um náttina.

 

Umleggja kloakk

Tað vóru nógvar ymiskar leiðingar í byggiøkinum, sum nú eru umlagdar. Men enn eru høvuðs kloakkleiðingar og brunnar frá Posthúsinum, sum skulu umleggjast, so graviarbeiðið rættiliga kann fáast frá hondini.

Lendið sum grivið veður í, er rættiliga tætt (mold, mógvur og bláleiriu) og fløðir ikki inn í avgravingina. Tað vatn, sum kemur har, er frá Vágsánni, sum rennur framvið og kanska nakað undan Klaksvíksvegnum.

Grivið er eitt hol, sum er væl undir, har kjallaragólvið í nýggja bygninginum skal verða – og er ein dykpumpa løgd niður her, sum skal halda tað útgrivnað økið turt.

 

Lyftuskakt

Fyrsta, sum verður gjørt, tá ið gravingin er komin niður á dýpið, er at seta hol á ovara helmingin av galvinum á poshúsinum. Her skal innlessinagarøkið, sum er í veghædd, gravast niður í hædd við kjallaran í verandi Posthúsi.

Síðani skal heitt hol gravast fyri eini skakt, sum lyftan skal vera í. Dýpið av hesi skakt fer væl niðurum gólvið í tilbygninginum – o.u. niður á ÷ 1,20 m. (1,20 undir miðalvatn)

Tá ið botnurin og nakað av vangunum á lyftskaktini er komið uppá pláss, verður farið undir at gera kjallaragólvið í tilbygninginum, hvørs liðugt gólv liggur á kotu 0.40.

 

Partalagsavtalan

Millum avtalupartar, sum eru nevndir niðanfyri, er gjørd partalagsavtala um projektering, bygging og umbygging av mentanarhúsinum “Posthúsið” í Klaksvík.

Í góðum samskifti partanna millum, er endamálið at evna til útbjóðingar- og tilboðstilfar sum verkætlanargrundarlag fyri ráðgevaraavtalum og eini høvuðsarbeiðstakaraavtalu, soleiðis at partarnir í einum opnum og samskipandi samstarvi fremja projektering og útinning av verkætlanini, “Mentanarhús í Klaksvík” – eins og at hon yvirheldur krøv byggiharrans til kostnað, tíð og góðsku.

 

Avtalupartarnir

Byggiharri:                   

Grunnurin Mentanarhúsið í Klaksvík 

 

Ráðgevarar:                 

Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, projekteringsleiðsla      

Spenn Sp/f – KONS

PB-Consult – HVS 

LBF – EL

Sp/f Steingrund Akustik– Akustik

 

Høvuðsarbeiðstakari: 

Kanjon

Sp/F Victor á Lakjuni – HVS-arbeiðstakari                                         

TTS – EL-arbeiðstakari      

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum