Lýsing
Lýsing

Gevið innlit í almennan kreppustuðul

SKRIVAÐ: Føroysk Miðlafólk  |  15.05.2020 - 13:41 Politikkur Tíðindaskriv

Almenningurin fær í løtuni ikki innlit í, hvørjar fyritøkur fáa stuðul úr landskassanum. Og almenningurin fær heldur ikki innlit í, hvørjar fyritøkur senda starvsfólk í serskipanina hjá ALS. Føroysk Miðlafólk eftirlýsa opinleika og gjøgnumskygni

Tá hjálparpakki-2 var til viðgerðar í løgtinginum fyrst í apríl, heittu Føroysk Miðlafólk staðiliga á tingfólk um at minnast og tryggja opinleikan í hesi bráðfeingis stuðulsskipan. Felagið vísti á, at tá løgtingið í hesi undantaksstøðu velur at veita almenna kreppuhjálp, hevur almenningurin eisini rætt til at vita, bæði hvør søkir um og hvør fær hesa kreppuhjálp. Hesin opinleiki vil stuðla undir, at skipanin eisin verður handfarin so rættvíst sum tilber.

 

Løgtingið lurtaði, og tá løgtingsmál nr. 135/2019 skuldi avgreiðast, hevði tingið hesa beinleiðis áheitan á landsstýrismannin, sum skal umsita almennu stuðulsskipanina:

 

”Landsstýrismaðurin eigur at tryggja fullan opinleika og alment innlit í, hvørjar fyritøkur verða

fevndar av stuðulsskipanini.”

 

Orðingin er úr álitinum hjá Vinnunevndini, ið eitt samt løgting síðani tók undir við og atkvøddi fyri.

 

Nú er hjálparpakkin farin at virka, og fyritøkur og vinnurekandi kunnu søkja landskassan um stuðul til at rinda fastar útreiðslur, ið inntøkur ikki eru til vegna covid-19 smittuvandan.

 

Men opinleikin og innlitið er burtur. Heldur enn at tryggja fullan opinleika og alment innlit, velir landsstýrismaðurin at senda innlitsumbønir frá fjølmiðlunum víðari til Taks at avgreiða, og har er stutta svarið NEI til innlit. Taks brúkar skattalógina og enntá sjálva innlitslógina sum grundgeving fyri IKKI at geva innlit í, hvørjar fyritøkur brúka hjálparpakkan úr landsstýrinum. Noktandi svarið endar við eini upplýsing um, at avgerðin kann kærast til Fíggjarmálaráðið.

 

Føroysk Miðlafólk tulka hesa avgerð at vera beinleiðis í stríð við tey boð, sum evsta vald í Føroyum hevur givið. Føroya Løgting hevur álagt landsstýrismanninum at tryggja fullan opinleika og alment innlit í, hvørjar fyritøkur verða fevndar av stuðulsskipanini.

 

ALS einki innlit

Fjølmiðlarnir hava eisini biðið ALS um innlit í, hvørjar fyritøkur hava valt at brúka serskipanina hjá ALS. Skipanin er partur av hjálparpakka-1, og gevur fyritøkum møguleika at senda starvsfólkini heilt ella partvís inn í ALS, sum síðani rindar upp til 20.000 krónur av lønini. 

 

Stýrið fyri ALS er komið til ta niðurstøðu, at innlit IKKI skal latast. ALS-stýrið brúkar persónsupplýsingarlógina og enntá sjálva innlitslógina sum grundgeving fyri IKKI at geva innlit í, hvørjar fyritøkur senda fólk í kreppuskipanina hjá ALS. Noktandi svarið endar við eini upplýsing um, at avgerðin kann kærast til serligu kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini.

 

Opinleiki sum amboð

Bæði Stýrið fyri ALS og politiski myndugleikin við ábyrgd av Arbeiðsloysisskipanini hava alment ásannað, at stór hol eru í hjálparpakka-1, sum lata upp fyri misnýtslu, dupultum útgjaldi og so framvegis. Umberingin hevur verið, at serskipanin varð gjørd í skundi, og harumframt byggir hon á álit.

 

Samstundis vilja somu myndugleikar, við at nokta alment innlit, eftir øllum at døma ikki hava opinleika og gjøgnumskygni inn í skipanina.

 

Føroysk Miðlafólk halda júst hesi amboð – opinleika og gjøgnumskygni – vera grundleggjandi verja móti misnýtslu, feilum og øðrum lýtum.

 

Allir føroyingar, sum taka ímóti ella rinda A-inntøku, skulu við lóg gjalda til ALS. Tí eigur skipanin eisini at vera opin og gjøgnumskygd. Og tá skipanin nú verður brúkt sum ein serlig stuðulsskipan í kreppustøðu, eigur opinleikin og gjøgnumskygni at vera raðfest hægst.

 

Føroysk Miðlafólk halda tað tí vera óskiljandi – og mótmæla harðliga – avgerðina hjá ALS-stýrinum og passiva leiklutin hjá landsstýrismanninum við ábyrgd av ALS.

                            

Samanumtikið er niðurstøðan tí, at í Føroyum fær almenningurin ikki fylgt við. Taks hevur higartil bara latið frá sær nøkur sera yvirskipað hagtøl, sum als einki innlit geva. Og ALS hevur á síni heimasíðu ein teljara, sum heldur ikki gevur innlit.

 

Føroysk Miðlafólk vilja tí enn einaferð staðiliga heita á landsins myndugleikar um at tryggja innlit í hjálparpakkarnar, soleiðis at almenningurin kann fylgja við í, hvussu pengarnir hjá øllum føroyingum verða brúktir.

 

 

Føroysk Miðlafólk

 

ES: Í sendingini Pressan í útvarpinum fyrrapartin í dag, fríggjadagin 15. mai, segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, at hann nú hevur givið Taks boð um at lata fult innlit í, hvørjar fyritøkur søkja og fáa stuðul eftir hjálparpakka-2. Føroysk Miðlafólk takka landsstýrismanninum fyri hesa avgerð, og heita í sama viðfangi á hann um at tryggja opinleika og gjøgnumskygni í hjálparpakka-1.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú ''byrjar'' kappingin hjá KÍ
Korona hevur ávirkað kappróðrarfyrireiki…
Dartfelagið nógv at gera á Norð­oyastevnu
Maskinsmiðir prógv á TSK
Tónleika­rundferð við Danny og Inga
Rókur Davidsen vann øll talvini
Stroyming: Dartkapping á Norð­oyastevnu
Heimið er, har hjartað er
Tónleika­rundferð við Danny og Inga í dag
FLEIRI KONSERTIR VIÐ DANNY OG INGA LEYGA…
Hjálparpakki 4 verður nú settur í verk!
Poul Mohr (21.08.1929  - 16.06.2018) - f…
Norð­oyastevnan í dag
Neytabúffar av Sandi á Norð­oyastevnu
KÍ kann fara frá hinum
Myndarøð: Fuglberg og Skoraberg afturkom…
Kappróðu­rin útsettur til sunnudagin
Nei til lættari atgongd til rúsdrekka
Magnus Heinason kannað æti, fiskalarvur…
Ráðstevnan ið kostaði 250 tús. kr.