Lýsing
Lýsing
Lýsing
8.a á Skúlatrøð

8.a vitjaði Norðlýsið

SKRIVAÐ: Rannvá og hinir skilagóðu næmingarnir í 8.a á Skúlatrøð  |  18.05.2020 - 10:28 Mentan Tíðindi

23 næmingar á Skúlatrøð vitjaðu Norðlýsið í morgun, har tey fingu framløgu um lokala miðilin

Seinastu tíðina hevur 8.a arbeitt við blaðgrein sum tekstaslag. Hugt hevur verið eftir føroysku bløðunum, hvat tey skriva um, hvussu greinirnar eru settar upp, um ymisk sløg av yvirskriftum o.a.

Í dag greiddi Jóhann Lützen, stjóri á Norðlýsinum, frá um søguna og virksemi hjá lokalmiðilinum í Norðoyggjum. Á Norðlýsinum arbeiða fýra fólk í fullum starvi og onnur í niðursettari tíð og nøkur sum fríyrkisfólk. Hvørt ár eru eisini næmingar úr fólka- og miðnámsskúlunum í starvsvenjing á Norðlýsinum. So, hvør veit, um ikki onkur av okkum fer at sleppa her í starvsvenjing. 

Vit vilja við hesum takka Norðlýsinum fyri áhugaverda vitjan og vilja heita á allar føroyingar at lesa Norðlýsið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið