Lýsing
Lýsing
Lýsing

Næmingar av Skúlatrøð kappast um DM í íverksetan

SKRIVAÐ: Kate Hammer  |  20.05.2020 - 12:15 Mentan Tíðindi

Bólkurin Trekk ið vann SkúlaFM kom víðari til danska kapping innan íverksetan. Trekk hevur ment nakrar vørur burturúr tara, og skal leggja fullfíggjaðu verkætlanina fram fyri donsku dómsnevndini á finaludegnum týsdagin 26. mai.

Íverksetarahúsið skipar í samstarvi við uttanríkis- og mentamálaráðið fyri árligu Skúla FM kappingini, har næmingar úr framhaldsdeild í føroysku fólkaskúlunum kappast í íverksetan.

Sjey skúlar vóru við í SkúlaFM hesuferð. Tvøroyar skúli, Skúlin á Fløtum, Skúlin við Løkin, E-nám, Skúlin við Løgmannabreyt, Skúlin á Giljanesi og Skúlatrøð.

Verkætlanirnar ið vóru lagdar fram í føroysku finaluni í Klaksvík 28. februar í ár fevndu um m.a. taraframleiðslu, appir, umhvørvisrudding, umhvørvisvinarliga tannreinsan og grýtulok. Bólkurin Trekk vann kappingina við sínum hugskoti um eina kryddrøð, serliga ætlað til fisk og salatir.

Trekk

Næmingarnir handan Trekk eru Tórálvur Brestisson, Rói Sørensen, Emilia Rasmussen, Karl Andreassen og Kristina Hansen. Tey ganga í Valskúlanum, sum er 10. flokkur á Skúlatrøð í Klaksvík. Hetta skúlaárið hava tey havt íverksetan sum breyt.

Tey mentu fýra ymiskar vørur í kryddrøðini. Eina taradressing, eitt tararasp, ein tarakryddlaka og eitt tarasalt.


Um taran sum gjøgnumgangandi tátt í vørunum, siga tey í trekk

hann er sunnur at eta, og so er hann vistfrøðiligur og burðardyggur, umframt at tað er rættiliga væl umtókt at brúka tara í mati beint nú. Smakkurin av havi og tara er rættiliga væl umboðaður í klassiskum, føroyskum mati, so sum í turrari grind, turrum fiski og skerpikjøti. Hetta kemst av tí, at okkara oyggjar jú eru umgirdar av havi, sum so ávirkar allan mat, sum við hagreiða her á landi. Tí er hetta ein roynd at nýtulka tann klassiska, føroyska smakkin.

 

Danmarksmeistaraskap

Sum vinnarar av SkúlaFM fingu tey í Trekk samstundis møguleika at kappast um Danmarksmeistaraheitið. Tað er í kappingini Next Level, sum  Fonden for Entreprenørskab skipar fyri, har kappast verður við skúlanæmingar runt um í Danmark og úr Grønlandi.


Kappingin skuldi upprunaliga vera í Kolding, men vegna koronasmittuna verður kappingin í ár hildin á netinum.


Í kappingini um DM í íverksetan verður stórur dentur lagdur á at luttakararnir duga at flætta heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning upp í verkætlanirnar. Tey skulu samstundis duga at vísa á, hvussu teirra verkætlan kann verða til gagns fyri altjóða samfelagið, tá tað kemur til burðardygd.


Tað eru 24 bólkar úr Danmark, 1 úr Grønlandi og 1 úr Føroyum ið kappast í Next Level. Trekk hevur fingið boð um at tey eru útvald til víðari kapping innan bólkin Viden og Verden. Sostatt nærkast tey stóru finaluni, og møguleikanum at vinna DM heitið.


Kappingin um Danmarksmeistaraheitið verður týsdagin 26. mai.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…