Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Arthur við einum bøkki á nakkanum!

Ein reyðmaðkur

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  20.05.2020 - 11:40 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Eitt lið av eldsálum var til arbeiðis í Skúvadali seinasta leygardag. Grivið varð flag at leggja á pinkulítla motorhúsið til Skúvadalshúsið hjá Skótaliði Nólsoyar Pálls.

Við eitt kom róp í, har Dávur Winther stóð og gróv av: : “Ein reyðmaðkur”.

Flestu okkara søgdu at tað er ár og dagur síðani vit sóu ein seinast. Klagað hevur verið um nógvan flatmaðk nógvastaðni í Klaksvík. Fyri umleið tveimum trimum árum síðani segði onkur mær, at flatmaðkur var nærum undir hvørjum flagi hann tók upp úr flagveltu síni á Oyri og hann sá ongan reyðmaðk.

Hans Hjálti Skaale

býargartnari sigur, at flatmaðku er nógvastaðni í Klaksvík, men at hann eisini sær nógvan reyðmaðk í sumum økjum. Hans Hjalti vísti í hesum sambandi til Skórøkt Landsins, sum hann helt hevði gjørt nakað við trupulleikan har.

Rakul Dam

Eg ringdi til Rakul Arnfríð Dam, stjóra á Skórøkt Landsins. Rakul heldur, at orsøkin til at flatmaðkurin hevur havt so góðar dagar og reyðmaðkurin er minkaður fyri ein stóran part kemur av at vit fyri tað mesta taka úr jørðini uttan at geva jørðini nakað aftur. Vit mugu hyggja eftir hvat forfedrar okkara gjødu, teir brúktu vanlig tøð frá kúm, tara og annað gott, sum gav nakað til jørðina og tær verður, harímillum reyðmaðkin, sum liva í moltini. Nakað, sum var føði til mikroorganismurnar í móldini og tí trivnaðin har. Seinastu nógvu árini hava vit næstan bara “boosta” jørðina við kunsttøðum. Kunsttøðini hava sjálvandi vaksið um gróðurin, men hava bara tikið úr jørðini uttan at geva nakað aftur.

Vit vita faktiskt lítið um kunsttøð, hvørja ávirkan tey hava á eitt nú reyðmaðkin. Her á Gróðurstøðini hava vit valt at brúka organisk tøð og tað hevur hjálpt sera væl upp á trupulleikan eitt nú við flatmaðkinum, segði Rakul Arnfríð Dam, stjóri á Skórøktini.

Nakrar myndir

Leygardagurin gjørdist sera hugnaligur har eysturi. Magnar Langgaard stóð fyri matgerðini, Hans Hjalti var forsangari og Árni Skaale stýrdi arbeiðinum. Hendan dagin bleiv høgættin sera boysin, tó var gott læ har eysturi at arbeiða í, men tá gangast skuldi heim aftur, fingu vit okkara søk fyri. Íhaldandi sera nógvur vindur við hørðum hvirlum og hartil nógv regn. Men vit komu allir vælnøgdir aftur til hús og eftir ein sovornan leygardag hevur kroppurin fingið til hvønn einasta vødda og aftaná eina vælfortjenta brúsu, situr tú væl fyri bæði til likams og sálar.

Árni boðaði frá, at hann boðaði ikki til arbeiðis vikuskiftið sum nú stendur fyri framman, men at vit fara aftur eystureftir næsta leygardag. Tá hevði verið gott um onkrir timburmenn komu við eisini.

Niðanfyri myndir frá leygardegnum:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Lýsing