Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mitt í hesi krónutíð og høvundurin Carl Jóhan Jensen

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  22.05.2020 - 09:00 Tíðindaskriv Tíðindi

Mánadagin 25. mai kemur ein sjáldsom bók út á forlagnum Hitt føroyska skjaldraveldi. Bókin eitur Mitt í hesi krónutíð og høvundurin Carl Jóhan Jensen. Hetta er ein dagbók hildin frá jóladegi í fjør fram til páskadag í ár, hesar makaleysu mánaðirnar í nýføroyskari søgu.  

Tíðindaskriv:


Um árskiftið legðist ein skuggi inn í tíðindini. Í fyrstuni góvu vit okkum lítið far um hendan skuggan, íðan var eisini myrkt uttan um okkum og hetta, sum varpaði skuggan, so óendaliga fjarskotið, heilt eysturi í Kina í landspartinum Hubei, í einum býi, vit ongantíð høvdu hoyrt grett um: Wuhan.

ri vári og vaksandi ljósi. Áðrenn vit vistu av, var Korona millum okkara. Brádliga vóru andlát ikki longur eftir tíðindini í útvarpinum, men í tíðundunum og tíðindini sjálv.


Smitta, sóttarhald og frástøða vóru annaðhvørt orðið í øllum, vit tosaðu saman gjøgnum teldur og fartelefonir hvør sær, tí nú sótu vit fyri tað mesta inni hjá okkum sjálvum, tordu ikki annað, og tað galt um lívið at vaska ella spritta sær um tómar hendur.
Úti var samfelagið avlýst ella útsett í óvissa tíð. Einki bar til uttan í frástøðu, hvørki sorg ella gleði. Búskaparlig útlit tóku at fána og tað fór at spøkja fyri kreppu og trongum tíðum.


Alt hetta tekur Mitt í hesi krónutíð fyri í fyndigum og bersøgnum hugleiðingum í óbundnum og bundnum máli.
Mitt í hesi krónutíð er ein bók, sum gevur lesara sínum eina øðrvísi og innlitsríkari frástøðu til eina grundbroytta samtíð.
Mitt í hesi krónutíð er bókin, sum tú mást lesa.


Og sum sagt, hon verður tøk frá komandi mánadegi, 25. mai.
    

Lýsing
Seinastu tíðindini
Loysa haldføris­trupulleikar­nar – men á r…
Pensjónistar - strekkir fólka­pensjónin t…
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Lýsing