Lýsing
Lýsing

Trekk væl nøgd við finalupláss

SKRIVAÐ: Kate Hammer  |  26.05.2020 - 14:30 Mentan Tíðindi

Íverksetarabólkurin Trekk kappaðist um danmarksmeistaraheitið í íverksetan við teirra tarakryddverkætlan.

Í morgun var spenningur í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, tá Trekk úr valskúlanum á Skúlatrøð luttók í danmarksmeistarakapping í íverksetan í fólkaskúlanum.


24 bólkar úr Danmark, 1 úr Føroyum og 1 úr Grønlandi kappaðust í Next Level kappingini, ið fonden for Entreprenørskab skipar fyri. Eftir ætlan skuldi stórsligin finala verða í Kolding, men so rakti koronasmittan, og tiltakið varð broytt, so at bólkarnir innritaðu seg á tiltakið í hvør sínum lagi, og stroymdu sínar framløgur fyri dómsnevndini.

Trekk er sum sagt mannað av næmingum í valskúlanum, tey eru Kristina Hansen, Karl Andreasen, Emilia Rasmussen, Rói Sørensen, Tórálvur Brestisson, og teirra verkætlan er ein kryddrøð við tara í. Ein taradressing, eitt tararasp, ein tarakryddlaki og eitt tarasalt.

Trekk vóru væl fyrireikaði, sóu snøgg út ílatin blusir við búmerki á, og vøruúrvalið stóð til framsýning í krukkum og fløskum. Framløgan gekk væl, og tey greiddu frá verkætlanini, um vøruna, samstarv við lokalar veitarar og sølustøð, fíggjarætlan, marknaðarføring og hvussu taravøran passar við heimsmálini hjá ST, tá tað kemur til burðardygd.


Dómararnir settu spurningar um vøruna, um marknaðin, heimasíðu, fígging og annað, og skoðsmálið tey fingu var at framløgan var góð og fevndi breitt, somuleiðis vóru dómararnir á einum máli um, at tey áttu at farið í holt við fyritøkuna, tí hon hevur so gott potentiale og var so væl fyrireikað.


Tá avtornaði var tað ein bólkur frá Vesterdal Efterskole ið vann kappingina, við einari verkætlan um eina leiku til smábørn, ið skuldi leggja upp til betri umhvørvisvanar longu frá ungum aldri.

Trekk vóru væl nøgd við at sleppa í donsku finaluna, og siga seg hava lært ótrúliga nógv um at byrja egna fyritøku í hesari tilgongdini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…