Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hendrik Egholm gevst á Magn

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  27.05.2020 - 15:03 Tíðindaskriv Vinna

Hendrik Egholm hevur gjørt av at gevast sum forstjóri á Magn. Hann hevur verið forstjóri á Magn síðan oktober 2007.

Saman við stjóranum, Johnni Poulsen, hevur Hendrik Egholm havt ein avgerandi leiklut í at menna og varðveita Magn sum eina sterka og lønandi fyritøku.

“Tíðin í Magn hevur verið sera góð, og eg fegnist um menningina í felagnum hesi árini, eg havi verið partur av Magn. Tað er torført at siga farvæl, men eftir skjótt 13 ár meti eg, at løtan er tann rætta at leita nýggjar leiðir. Eg takki dugnaligu starvsfólkunum á Magn fyri tíðina, og somuleiðis nevndini fyri sera gott samstarv” sigur Hendrik Egholm.

Nevndin í Magn takkar Hendrik Egholm fyri hansara stóra leiklut í fyritøkuni.

“Undir leiðsluni av Hendrik Egholm, er Magn vorðin ein sterk og týðandi fyritøka við einum sera dugnaligum starvsfólkahópi. Magn er væl fyri at møta avbjóðingunum, sum liggja fyri framman – millum annað skiftið til grøna orku. Vegna nevndina takki eg Hendrik Egholm fyri dugnaliga leiðslu seinastu útivið 13 árini” sigur Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Magn.

Nevndin í Magn er farin undir tilgongdina at finna nýggjan forstjóra. Fyribils røkir Johnni Poulsen starvið sum forstjóri í Magn.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…