Lýsing
Lýsing
Lýsing

Neyðtøkutilbúgving er neyðug

SKRIVAÐ: Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi  |  30.05.2020 - 11:18 Politikkur Tíðindaskriv

Í longri tíð hevur verið arbeitt við at seta eina neyðtøkutilbúgving á stovn í sjúkrahúsverkinum. Bæði Amnesty og politiski myndugleikin hava í felag viðgjørt málið. Orsøkin til at ætlanin ikki er framd í verki er, at tað var so stórur mangul uppá gynækologar. Hetta gjørdi tað ógjørligt at áleggja nýggjar uppgávur.

Nú er tað gleðiliga hent, at gynækologiska økið hevur fingið sett fleiri læknar í starv. Tí spyr Sirið Stenberg Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálráðharra um ætlanin er at seta eina neyðtøku tilbúgving í verk og nær hon verður klár – tí slík tilbúgving er tiltrongd

“Í grannalondunum eru neyðtøkutilbúgvingar, sum hava greiðar mannagongdir um, hvussu fólk, sum hava verið fyri neyðtøku, kunnu venda sær til eina neyðtøkutilbúgving fyri at fáa goymt og tryggjað prógv, og at fáa aðra og neyðuga hjálp í sambandi við brotsverkið. Hetta hevur hjálpt fleiri fólkum seinni í einum møguligum rættarmáli og at fóta sær aftur aftan á so ógvusligt brotsverk.
Annars er gjørt eitt stórt arbeiði saman við fleiri áhugabólkum og stovnum fyri at varpa ljós á, at m.a. sex krevur samtykki og onnur upplýsandi og fyribyrgjandi átøk mótvegis neyðtøku.” sigur Sirið Stenberg

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…