Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hjálp okkum at finna atkomuligar matstovur

SKRIVAÐ: Megd  |  02.06.2020 - 15:57 Politikkur Tíðindaskriv

Allan juni mánað 2020 eru øll vælkomin at vísa MEGD á atkomuligar matstovur í Føroyum. Við hesum ynskir MEGD at vísa á týdningin í atkomu fyri øll.

Tey fýra atlitini, ið tikin verða, eru:

·      Góð atkoma – likamlig atkoma inn í matstovuna og inni í matstovuni t.d. til sjálvtøkuborð, matskrá og at gjalda

·      Vesi – er vesi atkomuligt, rúmligt og brúkiligt hjá øllum

·      Ovurviðkvæmis vinarligur matur – eru tilboð til tey, ið hava cøliaki, laktosuallergi o.l.

·      Parkering – eru góð parkeringsviðurskifti og handikapparkeringspláss so nær sum gjørligt

Fyri at fólk, ið bera brek, skulu kunna liva sjálvstøðugt og fullvegis vera við í øllum lívsins viðurskiftum, skulu hóskandi tiltøk setast í verk. M.a. so, at fólk, ið bera brek, sleppa inn í bygningar, fram at ymisligum umhvørvi og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi.

Privatar eindir, sum veita hentleikar og tænastur, sum eru almenningi tøkar, skulu tí eisini vera atkomuligar fyri øll. Tað er Loyvisnevndin, sum samskipar umsóknir um og útskrivar endaligt loyvi til matstovuvirksemi. Kommunurnar góðkenna, í tráð við Bygningskunngerð 2017, um bygningurin er egnaður til endamálið.

Ein bólkur er settur, sum saman við starvsnevndini hjá MEGD, metir um innkomnu uppskotini. 1. juli verða atkomuligu matstovurnar kunngjørdar, og tá fáa tær eina viðurkenning fyri góða atkomu og eitt merki á høvðusdyrnar, sum vísir, at hjá teimum er atkomuligt, og at øll eru vælkomin.

Ver við og far inn á megd.fo. Har finnur tú leinki at skriva títt uppskot og grundgeving.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG