Urtagarðsdagur í Runavík
Brádliga er kaldi veturin gloymdur, tí ljósu næturnar og blómur, ið spretta, fylla sinnið í hesum tíðum. Fólk, ið fegnast um at róta í moldini í urtagarðinum ella ætla sær okkurt etandi eins væl og prýðisplantir, kunnu gleðast um, at á Eystanstevnu verður áhugaverdur urtagarðsdagur í Doktaragarðinum í Runavík.
Áður hevur ein urtagarðsdagur verið hildin í Garðahúsinum í Søldarfirði. Tað eru hjúnini Lena og Jákup, ið vanliga hava skipað fyri, men í ár eru umstøðurnar broyttar, so hesaferð er tað Visit Runavík saman við Anette Sonne, ið skipar fyri urtagarðsdegnum í Runavík.
Haraldur S. Hammer, anlegsgartnari, ið vanliga er kendur úr Kringvarpinum verður á staðnum og til reiðar at vegleiða og geva góð ráð um urtagarðsrøkt, amboð o.a.
Til ber eisini at býta um, selja ella keypa ymsar vørur til urtagarðsrøkt eitt nú reyðmaðk, blómur, runnar, rabarbur og grønmeti o.a.
Øll eru hjartaliga vælkomin í Doktaragarðin í Runavík leygardagin 13. juni millum kl. 10.00-13.00.