Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat er tað er hoyri

SKRIVAÐ: Myrna Lind Jacobsen  |  13.06.2020 - 00:38 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Millum ár og dag kemur tað fyri, at eg havi hug at skriva ella gera viðmerkingar til ymiskt, ið verður sagt í miðlunum, men tað endar altíð við, at tað hvørki verður fest á blað og ei heldur skriva út á sosialu miðlarnar. Í flestu førum, er tað nokk allarhelst eisini skilabest. So hjá mær endar tað sum oftast við, at vit samrøða um hetta heima við hús, og millum vinfólk og onkuntíð eisini á arbeiðsplássinum.

Men aftaná Dag og viku í kvøld, í innslagnum um tunlarnar norður um fjall, má eg siga, at eg sat púrasta undrandi og hugsaði, hvat er tað ið sker her, hvat er tað eg hoyri. Her verður ført fram av serfrøðingi, at ein rættiliga skelkandi hending, ið eg og familjan vóru partur av, eitt ella annað stað verður púrasta gjørd til einkis, ella sligin upp í søtan glans.
Innslagið í Degi og viku byrjar við einum uppleggi frá vertinum, síðan sær mann klipp frá upptøkum av loftinum í tunnlunum og hoyrir tveir menn úttala seg um, hvat teir halda um at koyra gjøgnum tunlarnar, og teir báðir nevna hendingar, teir hava verið út fyri í tunlunum.

So koma vit aftur í studio, har verturin nú hevur fingið ein gest á vitjan fyri at tosa um trygdina í tunlunum. Samrøðan er ikki meir enn byrjað, fyrr enn man merkir at hetta verður ein samrøða, ið fær gestin at tosa nakað harðliga. Verturin er tó sera róligur og fattur. Teir tosa um eitt innanhýsis arbeiðsskjal, sum ikki er ein rapport, men er eitt skjal skrivað millum tveir serfrøðingar, har víst verður á ymiskt, ið skal gerast í tunlunum.

Ein serfrøði sigur, at støðan í tunlunum er álvarsom, og at her mugu ábøtur gerast beinanvegin fyri trygdina, tí her er nógv leyst grót. Men hin serfrøðin sigur, at hetta meir kann samanlíknast við t.d. at ein takrenna er farin á einum húsum, og hevur onki við sjálva konstruktiónina av húsinum at gera, altso at fyri tað um takrennan er farin, so er trygt at búgva í húsunum. Víðari sigur serfrøðin, at tað leysa grótið einans svarar til, at onkur sukurmoli drússar undan loftinum á tunlunum av og á.

Og sum annars eisini er heilt vanligt fyribrygdi í øllum tunlum, leggur hann afturat. Tað verður eisini greitt og týðilga sagt av serfrøðini, at tunlarnir eru tryggir at koyra í.

Nú var eg við í bilinum, sum Kristian, maður mín, sum var í innslagnum tosaði um. Og mín uppfatan av støðuni er ikki, at her bert talan um drúss av sukurmolum. Nú havi eg ikki roynt at koyrt inn í tvey tons av sukurmolum, so eg veit ikki, hvussu tað kennist. Men eg havi prøvað at traðka á ein sukurmola og traðka á ein stein, nú eri eg ikki nakar serfrøðingur, men eg má siga tykkum, at tað føldist ikki heilt tað sama.

Men aftur til hendingina 4. juni 2016 í tunnlinum; vit eru í bilinum hjá okkum, saman við børnunum á veg í føðingardag í Klaksvík, tá ið vit renna á eina stóra grótrúgvu, ið var komin inn á koyribreytina í tunnlinum. Hetta var vinstru megin í koyrirætningi, stutt áðrenn vit komu út úr tunnlinum Klaksvíksmegin. Kristian náddi ikki at steðga bilinum, men tíbetur helt hann fast í róðrinum við báðum hondum og misti ikki tamarhaldið á bilinum, men buldrið var øgiligt og dekkið flensaðist upp, og vit koyrdu síðstu metrarnar út úr tunnlinum á felguni.

Eg má siga at fyri okkum, var hetta ein rættiliga skelkandi hending, sum tíbetur einans hevði materiellan skaða. Vit blivu øll sum verða mann sera kløkk, men vit kláraðu at handla rætt, og vit fingu steðga ferðsluni so skjótt vit vóru komin út úr tunlinum. Vit boðaðu beinanvegin frá, hvat var hent.

Landsverk kom skjótt á staðið og reinsaðu so frætt, at man kundi koyra, og fóru so seinni og tóku restina upp við maskinu. Vit spurdu okkum fyri, hvussu nógv rúgvan av gróti var, og út frá tí varð mett, at tað svaraði til áleið góð 2 tons.

So tá ið tað í Degi og viku í kvøld bleiv slongt út, at tað sum kundi koma av leysum gróti, einans svaraði til at tað kanska kundi drússa nakrir sukurmolar niður, ja so undrist eg, at serfrøðin kann standa soleiðis uttan víðari og bakatelisera eina slíka hending.

Og eg má siga, at eg havi annars ongantíð áður hoyrt eina samanbering av gróti og sukurmolum. Í mínari uppfatan er eitt omanlop úr einum fjalli = lop av gróti, og tað er tað.

Og eg veit, at tað sum vit rendu á í tunnlinum henda 4. juni í 2016, var í hvussu so er annað enn eitt drúss av sukurmolum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda