Lýsing
Lýsing
Lýsing

Undan Íslandi við útivið 80.000 pundum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  30.06.2020 - 00:15 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Eftir eina buldrarsliga heimferð, kom Norðsøki aftur á Klaksvík í kvøld um 22 tíðina. Teir hava verið á snelluveiðu við Ísland. Heri Vang skipari sigur, at hetta hevur verið ein góður túrur. Vit hava eini 48.000 pund av Upsa og gott 20.000 av toski. Fiskurin er sera góður og stórur. Seinsta dagin komu vit rættuliga í fisk, tá fingu vit eini 17.000 pund fyri dagin.

Tá vit drógu snellurnar inn og koyrdu á motorin fyri at sigla heim, roknaðu vit við at vera frammanfyri eitt lágtrýst, sum skuldi koma á leiðina. Men tað royndist so, at vit næstan beinan vegin fingu nógvan vind, einar 25 metrar um sekundið og hartil ógvusligar aldur. Úrslitið er, at vit hava brúkt heili tvey samdøgur um at koma vegin fram. Nógv av túrinum sigldu vit ikki meira enn 3-4 fjórðingar um tíman, so vit eru rættuliga avbardir nú vit komu á land á Kósini.

Hetta er annar túrurin hjá Norðsøka á Íslandsmiðunum í ár. Eg kundi ikki lata vera við at spyrja, um teir fóru aftur til Íslands við snellu í ár. Ja, segði Heri Vang, skipari uttan at ivast. Fyrst skulu vit gera nakrar umvælingar, og so gongur leiðin aftur vesturyvir.

Umframt myndirnar, sum Oliver tók, hava vit fingið nakrar telefonmyndir sendandi frá Hera Vang Skipara, sum hann hevur tikið á túrinum:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…