Lýsing
Lýsing
Lýsing

Grindin í Árnafirði fekst ikki til merkingar

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  01.07.2020 - 20:30 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í kvøld var roynt at fáa grindina, sum hevur ligið á Árnafirði í dag, til merkingar hjá lívfrøðinginum Bjarna Mikkelsen. Bjarni Mikkelsen, ið arbeiðir á Havstovuni og sum granskar kóp og hval, var í Árnafirði í dag, har ætlanin var at seta sendarar á nakrar hvalir.

Í viðmerking til Norðlýsið í kvøld sigur hann, at tað gekst ikki eftir ætlan at reka hvalirnar inn ímóti Sandinum. Tað vísti seg sum um, at tá teir vóru komnir nær, tá kavaðu teir og rýmdu út avtur á víkina. Vit vóru kanska ov illa mannaðir við bátum. Høvdu vit havt einar tveir tríggjar skjóttgangandi bátar afturat, so rokni eg við at tað hevði eydnast.

Eg havi hug at gera eina roynd afturat í morgin, segði Bjarni Mikkelsen, um so er at hvalirnir framvegis eru har í lýsingini í morgin, so hevði verið gott um onkur kundi boðað frá.

Tá vit tosaðu við sýslumannin, Karl Johansen, var hann eitt sindur spentur uppá hvussu tað fór at gangast serfrøðinginum at reka hvalirnar inn á sandin í Árnafirði. Royndir hava verið gjørdar at fáa Árnafjørð til góðkenda grindavág, men hetta hevur ikki eydnast higartil. Nú tað ikki ber til at drepa grind á Klaksvík longur, hevði tað óivað komið væl við, um latið kundið verið upp fyri Árnafirði sum grindavág.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…