Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vestanstevnurenning og tri mini sprint 2020

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.07.2020 - 12:06 Ítrottur Mentan Tíðindaskriv

Kom við til Vestanstevnurenning. Í ár er Vestanstevnan í Miðvági 17.-19. juli. Í hesum sambandi skipar Frælsi fyri fýra tiltøkum. Barnarenning, vaksnamannarenning og tri mini sprint verða fríggjadag á Vestanstevnu kl. 17:00, vit hittast við Gamla hondbóltsvøllin.  Har afturat verður gang og renn fyri heilsuna leygarmorgunin.

Tri mini sprint verður fyriskipað saman við Føroya Triathlon Felag.

 

Barnarenning

Í ár er Frælsi aftur farið undir at bjóða barnavenjing og nú gleða vit okkum til at síggja tey kappast. Øll eru vælkomin at luttaka. Teinarnir, tey renna eru 1 km og 3km. Kappast verður í bólkunum børn og unglingar.

 

Vaksnamannarenning

Hetta er ein sonevnd býar-renning, har runnið verður í miðstaðarøkinum. Teinurin er 5 km.

 

Tri mini sprint

Sum nakað nýtt verður eisini skipað fyri einum minisprint, har svomið verður 400 metrar á vágni, súkkla 10 km og síðani runnið 3 km.

Tað er eitt krav at svimja í vátdrakt og hettu.

Hvør luttakari skal hava ein kassa /ílat/balju við, har klæðir/útgerð hjá viðkomandi kann verða í. Áðrenn farið verður at svimja, verður kassin stillaður inni í økinum við hondbótlsvøllin. Tá liðugt er at svimja, rennur hvør atletur til sín kassa, letur seg í tað man vil til súkklingina, og koyrir brillur, vátdrakt, hettu og annað frá svimjingini í kassan. Síðani tekur man súkkluna, og rennur út úr skiftu sonuna við súkkluna við honum, áðrenn ein kann fara uppá súkkluna. Tá liðugt er at súkkla, ferð man av súkkluna áðrenn man kemur inn aftur í skifti sonuna. Tá koyrir man evt súkkluskógvar í kassan, og tekur renniskógvarnar úr kassanum. Soleiðis hevur hvør luttakari stýr uppá sína egnu útgerð ígjøgnum kappingina.

Súkkling: Tað er ikki loyvt at drafta í súkklingini, hald minst 10 metra frástøðu. Kappingarnar eru á opnum vegið so vanligir ferðslureglar eru galdandi. Tó verða fólk á rutuni, og royna at hjálpa í støðum har nógvur trafikkur kann væntast. Royn og hav tað etandi og drekkandi tær tørvar við á súkkluni. Um tað er neyðugt við einum eyka drekkidunki ber til at skriva navn á hendan, og lata okkum hann, so fæst hann í depotinum.

Renning: Her verður einki depot

Kappingarnar byrjar báðar kl 17.00, luttakararnir skulu møta seinast kl 16.00.

Race brifing er kl 16.30, tá skal øll útgerð verða klár, og sett har hon skal.

Heiðursmerkið verður latið til 1.2.3 í hvørjari grein hjá bæði kvinnum og monnum

Kostnaður og tilmelding

Kostnaður fyri at luttaka er 50 kr fyri allar teinarnar.

Um tit hava spurningar, kunnu tit kontaktað Arnfinnur Helmsdal á tlf.: 243543.

Seinasta freist at melda til tri mini sprint er mikudagin 15. Juli kl. 18.00 á www.frælsi.fo

Til ber at tekna seg til barna- og vaknsnamannarenning á www.frælsi.fo ella á staðnum.

Frælsi bjóðar ein kaffimunn og okkurt afturvið aftaná kappingarnar.

Gang og renn fyri heilsuna

Leygarmorgunin kl 10:00 verður gang og renn fyri heilsuna og hesa ferð hittast vit við Miðportur og ganga og renna út í Nípu. Frælsi bjóðar kaffi og kaku aftaná.

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fara fjallatúr seinni í ár
Noreg og Svøríki hava sent herfólk til G…
Føroysku U18 genturnar gjørdust nr. 2
Looknorth fer undir at byggja nýtt og se…
Arnbjørn: KÍ skal hava fleiri ungdómslan…
Útróðurin í dag
U18 dreingir­nir endaðu á 3. plássi
Tussj: Vit skulu víðari frá undankapping…
Stórt mannfall í KÍ frá byrjan
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Torradagar aftur á skrá
Búskapur í øllum: Hvør er meira verdur?…
Nakkur 3.500 pund
Ester Mikkelsen 70 ára føðingardag
KS: Tænastudeildin fær nýggjan leiðara
Heidi Sevdal til KÍ
Fólka­flokku­rin riggar til val?
Føroyar og Ísland gjørt semju um sínámil…
Mariuhønan, Ronja og Elmar
Fíggjar­mála­ráðið fyrireikar kæru