Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð um mostir okkara Jóhanna Lamhauge, f. Sivertsen

SKRIVAÐ: Bodil, Erland,Pól, Jónfríða og Ingibjørg v/fam  |  22.07.2020 - 05:50 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Mostir var dóttir Marin og Martin Sivertsen í Norðdepli, hon var yngst av 5 systkjum.

Hon giftist við Jákup Lamhauge av Glyvrum, tey bygdu sær hús í Saltangará, eitt fjálgt og hugnaligt heim, har tey hava búðleikast síðani. Mostur var ógvuliga góð við børn og hevði hon eitt fantastiskt barnatekki, vit eru nógv, sum hava notið gott av hennara umsorgan og kærleika, hon var mostir við stóra M og fastir við stóra F. Teirra heim hevur altíð staði opið fyri okkum, okkara familjum og eisini okkara vinum, eitt rúmligt heim.

Tað var altíð so deiligt og fjálgt at koma út til mostir og Jákup, har var so hugnaligt, mostir var so nærverðandi og hevði altíð tíð at spæla við okkum børn, bæði úti og inni.

Tey fingu ongi børn sjálvi, men ynskti beiggi okkara kom út til tey at verða, tá hann var 4 ára gamal. Tey hava verið sera takksom fyri hann og tóku sær av honum sum sín egna son, eisini var mostir ein góð verðmóðir og omma, og hon náddi eisini at blíva langomma.

Mostir dugdi væl við hondunum, bæði við stokkum og nál, og hon helt seg ikki aftur í, bæði at tapetisera og mála, og sera væl gerin var hon, eisini dugdi hon væl at gera mat. Hon var ógvuliga hittinorða og skemtingarsom.

Tey síðstu árini stríddist mostir nógv við sjúku - gigt - hon hevði ofta nógva pínu og hon var so kedd tí hon ikki fekk gjørt tað stóra, ofta kundi hon taka til: eg nytti onki longur.

Mostir dámdi væl at ferðast, men vegna sjúku, vóru tey ikki so ofta uttanlanda tey síðstu árini, tó so, fyri einum ári síðani føldi hon seg so mikið væl, at hon helt tey skuldu fara ein túr við Norrønu, og fingu tey eisini ein góðan túr í Danmark.

Men afturkomin bleiv mostir aftur vánalig, og síðsta árið var ógvuliga strævið fyri mostir, hon var inn og út av Landssjúkrahúsinum og røktarheiminum í Runavík og heima av og á. So kom Korona og ongin kundi koma at vitja, tað var heilt forferdiligt, bæði fyri mostir og Jákup og fyri okkum øll.

25. apríl sovnaði mostir stillisliga inn, hon orkaði ikki meir, men flutti heim í teir ævigu bústaðir.


Heim heim til Himmals tað ber
Til tað heim hann tilreiðar mær ger
Rættir út sína særdu hond
Og eg stígi á snjóhvíta strond


Góða mostir takk fyri alt tað tú var fyri okkum øll.

 

Jákup - tú og mostir vóru so góð, tit vóru eitt fyrimyndarligt par.
Saknurin er stórur, men størstur er saknurin hjá tær góði Jákup og tykkum, beiggi, Katrin, Johanna Bjørg v/fam. Hans Jákup og Filip, má Jesus vera tykkara troystari.


Bodil, Erland,Pól, Jónfríða og Ingibjørg v/fam

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur havmyndil fyri Føroyar
Høvuðsjóla­maðu­rin: “Vit eru á veg til Fø…
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…
Fíggjar­lógin: Álitið frá fíggjar­nevnd­ini…
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár
Tunghoyrt á G! 2026
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Irena Olsen 20 ára starvsdag
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…