Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Petur Martin Solmunde

Tríggjar virðismiklar vitanarsúlur í økinum

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  23.07.2020 - 16:43 Lesarabrøv Vinna

Klaksvíkar Sjúkrahús, hevur virkað í harðbaldni – Tekniski skúlin, gjørdist framkomin hóast mótburð - Miðnám á Kambsdali ein hollur savningardepil

Vinnan,  almennir stovnar og Klaksvík (6)

Í talu og skrivt er ofta tikið til eldgamla orðatakið: “Sunn sál í sunnum likami”, sum situr væl og serliga brúkt um ítróttina.

Landnyðringsøkið er væl virkandi við av- og útbjóðingum  í vinnu og tænastu við støðugum og varligum vøkstri, hevur breiða menning, inntøkur og útreiðslur standa mát, út- og innflutningur hóva hvørt øðrum. Tað er í veruleika: “Ein sunn sál í sunnum likami”! -

Soleiðis sum Klaksvík mentist í stívliga øld við havgangandi førum, eini trygari havn, løgdust tænastuvinnur í øðrum og triðja liði afturat. – Fari bara í hesum viðfangi fyribils at nevna stutt risatøkini: Klaksvíkar Sjúkrahús, Tekniska Skúlan og Miðnám á Kambsdali.

 

 

Klaksvíkar Sjúkrahús

Fyri stórthundrað árum síðani tóku partur av Esturoynni og Norðoygggjar seg saman at byggja sjúkrahús, fólkagrundarlagið øktist.

Klaksvíkar Sjúkrahús er farið ígjøgnum mangan brotasjógvin har onkrir  lógu hart á, spurningur var, um tað komst undan. – Fari at koma inn á tað í seinni greinum.

Ídag er Klaksvíkar sjúkrahús  framvegis ein eyðsýndur heilsudepil, tænir sjúklingum í Norðoyggjum, Eysturoynni og øðrum økjum í landinum.

Í  fjør  - 2019 - vóru umleið 1.500 innleggingar medisinskar/kirurgiskar  við helvtarbýti. Ambulatoriideildinm, stívliga 6.800 viðgerðir,  skaðastovan,  viðgjørdi sløk 4.000, 68% komu úr Norðoyggjum og eystursíðuni av Eysturoynni,  32% úr øðrum økjum.- Klaksvíkar Sjúkrahús er eitt av  trimum sjúkrahúsum, mannað við 126 ársverkum  ella íalt 150 starvsfólkum.  – Tilber seinni at lýsa sjúkrahúsið.  -   Fíggjarætlanin liggur íløtuni um 82 mió. krónur.

 

 

Tekniski skúlin

Fyri nú 85 árum síðani setti Klaksvíkar Handverkarafelag Tekniska Skúlan á stovn, vinnan øktist á sjógvi og á landi. Brúk kom at vera fyri maskinmonnum og handverkarum við dyggari útbúgving.

Hetta byrjaði í smáum. Eftir tógvið stríð við góðari leiðslu, kom skúlin sum árini gingu at gerast ein vitanarsúla í økinum við fjøltáttaðum miðnámsútbúgvingum. Klaksvíkar HF-Skúli heldur til har og Sjónám verður stjórnað haðanifrá.

Á Tekniski skúla ganga umleið 110 fulltíðarlesandi har 190 næmingar eru tilknýttir. Starvsfólkið telur 34 ársverk, har nakrir lærarar eru parttíð. Umframt hevur Sjónám, umleið 20 næmingar við 7 lærarum. Fíggjarætlanin liggur um 25 mió. krónur.

 

 

Miðnám á Kambsdali

Miðnám hevur mong ár á baki og er týdningarmikil vælvirkandi savningardepil fyri alt hetta økið. Tá skúlin kom í ljósmála var ivi um hann skuldi leggjast í Runavík ella á Kambsdali.  Tað sum gav úrslitið var, at Kambsdalur liggur nakað miðskeiðis í Norðoyggjaøkinum og  Suðureysturoynna. – Fyri Klaksvík kom hetta at ligggja væl, tað kom m.a. at hava tann týdning, at unga fólkið kom at vera longri í økinum.

Hetta gjørdi seg serliga galdandi eftir at Norðoyatunnilin kom.

Á Kambsdali ganga  550 næmingar har eru 100 starvsfólk – onkrir lærarar parttíð !  Fíggjarætlanin liggur um 50 mió. krónir.

 

Eitt fjølbroytt og sterkt øki

Landnyðringsøkið hevur í allar mátar ein dyggan týdning fyri landið, her fólk heilt nátúrliga seta seg inn í bæði føroyska vinnu og mentan, tí konseptið byggir á krevjandi íløgur til inntøkur, har fólkið veit, hvat krevst. At onkur av hesum stovnum er farin ígjøgnum mangan brotasjógvin er veruleiki. Tað fari eg at koma nærri inn á seinni.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…