Lýsing
Lýsing
Lýsing

So er Laksatorgið á skrá!

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  23.07.2020 - 19:00 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv

Summar, sól og juli  – so vita vit, at stóra familjutiltakið Laksatorgið nærkast.

Eins og í 2019  er hugnaliga umhvørvið niðri á Støð á Glyvrum karmur um Laksatorgið. Økið er væl skipað, strondin er skamt harfrá, har standa neystini umframt snotiligu húsini hjá bátafelagnum.

Nøkur tiltøk eru afturvendandi so sum smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrosti og stóra sølutorgið við alskyns prýðislutum, hondbundnum vørum og mangt annað. Eitt forkunnugt sjósavn er á tremur við áhugaverdum sjódjórum og fiski. Tað er Bátafelagið, sum skipar fyri at seta kør upp og savna ymisk sjódjór í tey.

Á pallinum verður tónleikur og undirhald, harafturat verða onnur barnatiltøk, spurnarkapping, fiskikapping, søla, bókaframløga og framsýning í økinum. Tey, ið verða á pallinum, eru Ingi Poulsen, Jassarnir, Ævintýrferðin umframt ein gyklari og eldblásari. Ein neyvari skrá er á facebooksíðuni Laksatorgið og á visitrunavik.fo. Nýggj bók er skrivað um Bakkafrost, ið kemur út júst til Laksatorgið. Bókin er bæði á føroyskum og á enskum og fæst í tjaldinum hjá Bakkafrosti.

Økið niðri á Støð er stórt í vavi. Fyrireikarnir hava skipað økið soleiðis, at hugsað verður um ymisku tilmælini í sambandi við koronu. Í hesum sambandi vóna fyrireikararnir, at gestirnir av trygdarávum skriva seg inn á facebook til tiltakið ‘Laksatorgið’, um so er, at tey hava ein vanga. Soleiðis ber til hjá Visit Runavík at vita, hvør hevur vitjað Laksatorgið, um tað gerst neyðugt í mun til korona at seta seg í samband við onkur aftur.

 

Laksatorgið verður 25. juli frá kl. 10-16 niðri á Støð á Glyvrum.

Vit gleða okkum til ein stuttligan og góðan dag saman við tykkum  
Síggjast!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum