Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eivør á Tinghellu

SKRIVAÐ: Visit Runavík  |  27.07.2020 - 12:58 Mentan Tíðindaskriv

Ein heilt øðrvísi og forkunnug konsert verður á Tinghellu norðan fyri Æðuvík. Á hesari søguligu hellu og í stórslignari nátturu fara Eivør og Hamferð at spæla. Avmarkað pláss er, og tí verða bert 100 atgongumerki lýst til sølu.

Eivør hevur júst givið nýtt staklag út, sum eitur "Patience", og er tað fyrsta lagið av komandi útgávuni, SEGL, sum eftir ætlan kemur út 18. september 2020.

Sigl ella síg niður á Tinghellu
Túrurin byrjar í Æðuvík har siglt verður einar sjey min. við báti yvir á Tinghellu og aftur sama veg.

Tey djørvu kunnu velja at síga niður í Fossdalsgjógv síðan við rennistrongi yvir um gjáarmunnan til Tinghellu. Túrurin uppaftur er átjan metrar gjøgnum steyrrætt berg, har góð klintrihandtøk eru sett upp.
Góðir vegleiðararnir síggja til, at fólk eru í tryggum hondum. Tey, ið vilja síga, skulu vera hampuliga væl fyri. Tað er Sherpa.fo við Bárði Hansen á odda, ið skipar fyri túrinum og konsertini. Tað eru bert 40 fólk, ið sleppa at síga, so tey, ið vilja síga, skulu ringja til Bárð Hansen á telefon nr: 256736 og skráseta seg.

Komin niður Tinghellu bjóðar Sherpa súpan og okkurt gott afturvið. Tinghella er søguligur staður, har várting var hildið í forðum. Tað sigst, at sjálvt Gøtutróndur og Sigmundur Brestisson hava verið har.

Konsertin verður leygardagin 1. august. Bátur fer úr Æðuvík kl. 12.00, og tiltakið varar umleið tríggjar tímar. Tey ið síga, møta kl. 12.00 við Æðuvíkarvegin. Einar 300 m frá bygdini er ein lítil vegur, har skeltið SHERPA stendur. Gott at lata seg í eftir veðrinum og at hava góðar skógvar.

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo og kostnaður er 1295,- kr.
Gevið gætur: Stórur dentur verða lagdur á trygdina, tí verður túrurin avlýstur um tað eru ring líkindi.

Meira kann lesast um túrin og fleiri myndir eru á sherpa.fo og visitrunavik.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…