Lýsing
Lýsing
Lýsing

Børnini skulu hava betri karmar – nýggjur dagstovnur Oman Valrætt

SKRIVAÐ: Beinta Klakstein Býráðslimur og forkvinna í Trivnaðarnevndini Børn & Ung  |  04.08.2020 - 07:54 Tíðindaskriv

Í ár verður fyrsti spakin settur í arbeiðið at byggja nýggjan dagstovn, sum verður staðsettur í vaksandi býlinginum á Helnabrekku við endan av vegnum Oman Valrætt. Í løtuni fyrireika Fuglark bygningin, sum verður til 90 børn, og er ein liður í arbeiðnum at nútímansgera og framtíðartryggja dagstovnaøkið.

Hóast tað ikki sæst nakað til nýggja dagstovnin enn, so er eitt stórt fyrireikingararbeiði gjørt.

Í 2017 samtykti Býráði at gera eina byggiskrá, og til hetta bleiv ein byggiskrásbólkur settur, mannaður av ymiskum fakfólki. Burturúr tí kom ein byggiskrá, ið vit kunnu vera stolt av, og sum inniheldur alt tað, sum er týdningarmikið fyri, at vit kunnu byggja ein stovn, sum er mennandi, tryggur, spennandi og tíðarhóskandi.

Eisini er hugsað um uttanumøkið, sum er líka týdningarmikið, sum stovnurin sjálvur. Hetta er sera gleðiligt, tí sannleikin er, at vit hava nógv at innheinta á hesum økinum.

Tað eru umleið 22 ár síðan, at Dr. Margrethu barnagarður var einasti dagstovnur í Klaksvík, umframt dagrøkt, meðan vit í dag hava 7 dagstovnar/dagrøkt, harav nakrir hava fleiri eindir, so nógv er hent á hesum øki, síðan kommununar tóku yvir hetta málsøkið frá landinum.

Kortini mugu vit eisini ásanna, at vit ikki í nøktandi mun hava megnað at fylgja við eftirspurninginum, hóast Klaksvíkar kommuna hevur roynt at funnið loysnir, so hvørt sum eftirspurningurin er øktur.

Sjálvsognarstovnurin Mylnuhúsið lat upp í 1999 og Blákollan í 2001. Fjallafípan lat upp í 2002, Barnahúsið Margit bleiv bygt og tikið í nýtslu í 2007, Snjallabjalla í 2011 og síðani hava hesir stovnar víðkað um virksemið. Hetta eru loysnir, sum í flestu førum hava riggað væl, men í nøkrum førum, er tíverri eisini talan um loysnir, har karmarnir eiga at vera betri.

Tí er tað hart tiltrongt og sera gleðiligt, at vit nú skjótt kunnu seta fyrsta spakan í bygging av einum nýggjum, nútímans dagstovni.

Í næstum verður klárt at grava út til nýggja dagstovnin, sum kemur at vera eitt stig á leiðini at gera karmarnar hjá okkara yngstu borgarum góðar og tíðarhóskandi. Hetta fegnist eg stórliga um.

 

Klaksvík, 18. juli 2020

 

Beinta Klakstein

Býráðslimur og forkvinna í Trivnaðarnevndini Børn & Ung

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund