Lýsing
Lýsing
Lýsing

Alneyðugt at tryggja atgongdina til náttúruna

SKRIVAÐ: Hagafelag Føroya  |  04.08.2020 - 06:00 Mentan Tíðindaskriv Vinna

Hagafelag Føroya fegnast um, at landsstýrismaðurin arbeiðir fyri at tryggja rættindini hjá borgarunum at ferðast í náttúruni

Tað er gleðiligt at frætta, at landsstýrismaðurin í vinnumálum nú ætlar í løgtingið við einum lógaruppskoti, sum skal tryggja atgongdina hjá vanliga borgaranum til at ferðast í náttúruni. Hagafelagið hevur fleiri ferðir víst á, at tað er týdningarmikið at fáa staðfest hendan rættin í lóg.

Enn kenna vit ikki innihaldið í uppskotinum. Í løgmansrøðuni á ólavsøku segði løgmaður, at ”Í heyst leggja vit uppskot fyri tingið, har vit vilja finna røttu javnvágina við landbúnaðinum øðrumegin – og rættinum at ferðast í náttúruni hinumegin. Øll skulu kenna seg trygg við ætlanirnar”.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum segði við Kringvarpið fríggjadagin, at ”Vit fara frá tí at tað bara verður loyvt at ganga á bygdagøtunum í haganum til at tú kanst í prinsippinum ganga allastaðni uttangarðs”. Landsstýrismaðurin legði tó aftrat, at nøkur støð og ávís tíðarskeið verða avmarkingar, t.d. tá farið verður á fjall, ella tá haruskjóting er.

Hagafelagið heldur tað vera umráðandi at tryggja rættindini hjá borgarunum at fara í hagan, úr fjøru niðan á fjallatind, og at vit verja náttúruna. Føroyingar hava drúgva siðvenju at leita sær í hagan og eru tætt knýttir at náttúruni: Sunnudagstúrar við familjuni, fjallatúrar við vinfólkum ella kvøldartúrar í einsemi at njóta fuglaljóð, havsins andadrátt og litspælið í fjølbroytta plantulívinum. Ein týdningarmikil partur av okkara uppaling, mentan og samleika liggur í sambandinum við náttúruna. Náttúran er eisini av alstórum týdningi, tá tað snýr seg um likamliga og sálarliga heilsu.

Seinastu árini hava fólk tíverri upplivað, at ivi er sáddur um møguleikar og rættindi at fara í hagan. Summastaðni verður gjald kravt fyri at fara út um bøgarðarnar. Eitt sera óheppið rák, sum fær ta avleiðing, at tað ikki longur verður natúrligt hjá uppvaksandi ættarliðnum at leita sær í hagan. Hagafelagið metir tað tí vera av stórum týdningi at tryggja rættin hjá landsins borgarum til náttúruna, har atlit sjálvandi skulu takast til landbúnaðarvirksemi og náttúruvernd.

 

Hetta eigur at gerast við at:

·      Staðfesta hvørsmansrættin hjá føroyingum í lóg á sama hátt sum okkara grannalond, t.d. Noreg, Ísland, Svøríki og Skotland

·      At seta bann fyri at hagar taka atgongugjald frá føroyingum at fara í hagan (túrar við ferðaleiðara tó undantiknir)

 

Hagafelagið fegnast um, at eitt uppskot um at tryggja rættindini hjá fólki nú er á veg í løgtingið. Og hetta er eisini heilt í tráð við vallyftini hjá løgmanni og formonnunum í politisku flokkunum. Í formansrunduni í sjónvarpinum 6. august – tríggjar vikur fyri løgtingsvalið – søgdu floksformenninir í stóru flokkunum á tingi, at føroyingar skulu kunna ferðast frítt í náttúruni.

”Føroyingar skulu hava frítt at ganga í haga og fjøru. Ongin ivi um tað” og ”…tað er ongin ivi um, at vit sum politisk skipan eiga at tryggja at hvørsmansrætturin verður virdur. Tað at ganga í haga og fjøru, tað skulu allir føroyingar hava rætt til – ókeypis.” (Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum)

”Atgerðarloysið hjá hesum landsstýrinum má steðgast. Teir hava ikki klárað at gjørt eina avtalu við jarðeigarar soleiðis at allir føroyingar kunnu ganga frítt í haga. Tað skal taka okkum ein, tveir mánaðir, so er tað upp á pláss.” (Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum)

”Vit eiga øll hetta landið og hava rætt til sjálvandi at njóta og virka og hava trivnað í landinum. So tað er klárt at føroyingar skulu hava rætt til at vera í náttúruni og ferðast frítt á sjógvi og landi…” (Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi)

”Føroyingar skulu ferðast ókeypis í fjøllum, í haga og í fjøru um tað skal vera.” (Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum)

Við so greiðum lyftum frá okkara politisku skipan gleðir Hagafelagið seg til at fáa rættin hjá føroyingum at fara út í okkara náttúru staðfestan í lóg. Hetta til stórt gagn fyri fólkið og okkara eftirkomarar.

 

 

Hagafelag Føroya

Rúna Hjelm, forkvinna og Magnus Gaard, næstformaður

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Hans L. Djurhuus 50 ára starvs…
Allahalgannadagur í Svínoy 2025
Trupulleikar við rampuni á Syðradali
Minningahald á Syðradali
Minningarhald í Klaksvík
Hálvir sannleikar og heilar villeið­ingar…
Biskupstøðgarðu­rin sunnudagin 2. novembe…
62°N 62 ÁR
Atgongumerki eru eftir aftanfyri málið
Mentan­arvirðislø­nir landsins verða handa…
Fimleikafagnaðu­rin 2025 8.-.9.nov.
Upptakt: KÍ-Víkingur
Eingin ivi: Alfred heldur við KÍ
Myndarøð 4: Steypadystu­rin 2016
Friður á pallinum
Epli og gularøtur av Sandi
Minningarhald á Toftum
Myndarøð 3: Vit minnast 2016
Myndarøð 2: Vit minnast 2016
Myndarøð 1: Steypafinalan 2016