Lýsing
Lýsing
Lýsing
Startur NS hálvmaraton

Rógvi og Rigmor blivu føroyameistarar í hálvmaraton

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur  |  04.08.2020 - 12:00 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Rógvi Kárason úr Bragdinum og Rigmor N. Arge úr Hvirluni blivu føroyameistarar í hálvum maratoni, tá Treysti skipaði fyri NS hálvmaraton í góðveðrinum í Klaksvíksgøtum leygardagin.

Rógvi legði væl fyri og hevði Peter Jensen úr Bragdinum beint aftanfyri eftir fyrsta av teimum fýra umførunum á 5,275 km, sum rennast skuldu. Eftir tað varð ongin ivi um hvør fór at vinna. Rógvi var væl rennandi og lá til eina tíð undir ein tíma og tjúgu minuttir, men ferðin hjá honum fór nakað niður og gjørdist vinnaratíðin hjá honum 1.20.49. Hetta er fyrstu ferð Rógvi vinnur hesa kapping. Peter Jensen á øðrumplássið, kom á mál í tíðini 1.22.58. Kappingin um triðjapláss var hørð millum Símun Petur Arge Poulsen og Sam Vang úr Bragdinum. Endin varð at Símun Petur bleiv triðji rennari á mál við 1.23.53 frammanfyri Sam Vang við 1.24.40. Men av tí at Símun ikki umboðaði nakað felag, so bleiv Sam nummar trý í FM.

Hjá kvinnunum var Rigmor rættiliga suveren. Rigmor, sum nú er 51 ára gomul, vísti at hon framvegis rennir væl. Hon gjørdist enn einaferð føroyameistari og hesuferð við góðu tíðini 1.29.23. Duruta R. á Lofti úr Bragdinum lá eina løtu á øðrumplássi, men hon fekk onkrar trupulleikar og mátti tíverri gevast. Næsta kvinna á mál bleiv Borgarhjørt Holm úr Bragdinum við tíðini 1.37.24. Triðja kvinna á mál var Sissal Drews Hjaltalin, men eins og triðji maður á mál, so umboðaði hon onki felag og so gjørdist Lydia Jacobsen úr Roysnið nummar trý í FM við tíðini 1.39.21.

Topp 10 hjá monnum
1   Rógvi Kárason, Bragdið, 1997,                         - 1:20:49
2   Peter Jensen, Bragdið 1992,                            - 1:22:58
3   Símun Petur Arge Poulsen, Onki felag, 1994,  - 1:23:53
4   Sam Vang, Bragdið, 1970,                                - 1:24:40
5   Pauli Poulsen, Roysnið, 1973,                          - 1:25:58
6   Heini Gregersen, Treysti, 1964,                        - 1:26:48
7   Jógvan Hendriksson Olsen, Onki felag, 1998,  - 1:28:04
8   Jaspur Højgaard, Onki felag,1985,                   - 1:30:30
9   Per Martin Gregersen, Roysnið, 1989,             - 1:30:51
10 Andrew Hansen, Bragdið, 1975,                       - 1:31:34

Topp 10 hjá kvinnum
1   Rigmor Napoelonsdóttir Arge,  Hvirlan, 1969  -  1:29:23
2   Borgarhjørt Holm, Bragdið, 1966                     -  1:37:24
3   Sissal Drews Hjaltalin, Onki felag, 1996,         -  1:38:36
4   Lydia Jacobsen, Roysnið, 1976,                      -  1:39:21
5   Petra Weihe Mikkelsen, Roysnið, 1974,          -  1:48:33
6   Helga Súsanna Johansen, Treysti, 1981         -  1:50:26
7   Heidi Óluvá Jógvansdóttir, Bragdið, 1972        -  1:58:27
8   Aud í Soylu, Frælsi, 1961,                                -  2:00:01
9   Tóra Holm Jacobsen, Bragdið, 1973,               -  2:01:51
10 Katrin Bertholdsen, Onki felag, 1999                -  2:02:42

Øll úrslit frá øllum kappingunum eru at síggja á webscorer.com á leinkjunum niðanfyri.

FM hálvmaraton 2020

NS hálvmaraton Klaksvík 2020

NS motiónsrenning 2020 – 5,275km

NS barnarenning -7 (2013 ella seinni) – 530m

NS barnarenning -10 (2010-2012) – 530m

NS barnarenning -13 (2007-2009) – 530m

Myndirnar hevur Jóannes Poulsen tikið, og eru fleiri myndir at finna á hesi leinkjuni: NS hálvmaraton Klaksvík 2020

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð