Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggi blokkurin hjá Norðborg verið kring heimin

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  05.08.2020 - 18:00 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Kykmynd niðast: Í gjár bleiv fekk so Norðborg nýggjan maskinblokk inn um skipssíðuna.

Tað var Jóannes Mørkøre, ið er søluverkfrøðingur hjá KJ á Kambsdali, ið gjørdi “detektivarbeiðið” og fann nýggja maskinblokkin skamt frá Frælsisgudinnuni í New York.

Jóannes sigur, at orsøkin til at hann fór undir at gera eina roynd at finna ein maskinblokk til Norðborg var, at Norðborg er ein góður samstarvspartnari hjá KJ og eg visti at fabrikkin, sum var spurd um ein nýggjan blokk, ikki kundi leverað fyrr enn um einar tríggjar mánaðir. Um Tróndur í Gøtu, sum var út fyri sama trupulleika sum Norðborg, verður tikin sum samanlíkning, so tók tað meira enn eitt ár hjá Trónda í Gøtu at koma aftur til fiskiskap.

Um ikki nýggjur blokkur varð funnin til Norðborg, so fór skipið at missa alla makreltíðina og tað hevði kostað reiðarínum nógv.

 

Vit á KJ samarbeiða nógv við íslendarar og útvega nógvar maskinlutir til teirra úr ymsum londum í heiminum.

Eg setti meg í samband við týska samarbeiðspartnara okkara og hann fann skjótt útav, at ein líknandi blokkur stóð í New York. So var bara hjá mær at fara at gera eina roynd. Eftir drúgvt arbeiðið var komið fram til, at blokkurin í New York var meinlíkur blokkinum á Norðborg.

Hví hesin var endaður har, er so ein søga fyri seg, sigur Jóannes Mørkøre. Tað var so at seks supplyskip blivu kontraktaði í Korea fyri umleið átta árum síðani, ella um somu tíð tá Norðborg bleiv bygd.

Seinasta skipið av teim seks bleiv ongantíð bygt og tí hevur maskinan staði í Korea. Fyri nakað síðani bleiv motorurin tikin til New York har teir vóru byrjaðir at selja lutir av motorinum, til eykalutir ymsastaðni kring heimin.

Tað var tí í tøkum tíma at vit komu fram at hesum Bergen Diesel motorblokkinum og tað eydnaðist at finna útav, at blokkurin var neyvt av sama slag, sum defekti blokkurin á Norðborg. Semja fekst eisini um prís og levering, so nú stendur hann umborð á Norðborg.

Eitt slíkt projekt er spennandi, sigur Jóannes Mørkøre, verkfrøðingur hjá KJ, serliga tá man veit, at aðrir ikki klára at útvega ein slíkan sera umráðandi maskinlut og ein veit, at hesin, sum stendur við Frælsisgudinnuna í New York er tann einasti í heiminum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Sannleikin er ofta illa lýddur
Rættartrygd krevur nágreiniligt arbeiði
Føroysku badmintonleikarar­nir gera um se…
Jákup Sumberg er aftur á Hilton Garden I…
Konsertrøð við sello og klaver
Í KVØLD: KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á…
Sjókovin skipar fyri fiski­vinnu­tiltaki í…
- Tunnilsgjaldið hevur ongan týdning lon…
- Sangskriving og tónleikafram­leiðsla he…
Virkið Vár: Hugni við skótunum
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Virkið Vár: Stjørnan bjóðar til Trille T…
Lýsing