Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fyribils skulu veitslur og festivalar útsetast ella avlýsast og skeinkistøð lata aftur, var boðskapur løgmans. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Samandráttur av tíðindafundinum kl. 15

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.08.2020 - 20:26 Politikkur Tíðindi

Á tíðindafundinum, har Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaðurin í heilsumálum; Lars Fodgaard Møller, landslækni; Michael Boolsen, formaður í Farsóttarnevndini, og løgmaður, Bárður á Steig, vóru í panelinum, legði løgmaður út við at bjóða vælkomin og siga at 16 fólk nú vóru testað positiv. Tvey av teimum í gjár, 4. august, og 14 í dag, mikudagin 5. august.

Løgmaður legði út við tí positiva, ið var, at landið enn ikki er so illa fyri, at neyðugt er at ”lukka landið niður”, sum hann orðaði tað. Tað fer eisini at verða lættari at verða kannað/ur, tí framyvir skal tað kunna gerast uttan ávísing frá kommunulækna. So varð komið inn á neyðugu tiltøkini. Skeinkistøð skulu helst vera afturlatin, stór tiltøk eiga at verða útsett, og ferðafólk, sum koma til landið, skulu kannast bæði við komu og sætta dagin eftir. Og kanningarnar halda fram til 31. oktober. Munnbind skulu helst nýtast til samkomur.

Kaj Leo Johannesen fekk síðani orðið, og segði, at fleiri test-kits vóru komin, og helst skuldu 500 fólk verða kannað um dagin. Tvær nýggjar lonir verða settar upp í miðstaðarøkinum, men heilsumálaráðharrin nevndi onki um lonir aðrastaðni í landinum.

Landslæknin segði, at Corona-farsóttin er ikki av, fyrrenn vit hava fingið eina vaccinu. Hann nevndi eisini, at allarhelst vóru 2 ymiskar smittuketur í landinum. Til spurningin um, hvar í landinum tey sjúku eru, svaraði landslæknin, at tey flestu smittaðu eru í miðstaðarøkinum (vit vita eisini um eitt einstakt tilfeldi í Runavíkarøkinum, red.).

Fútin var ikki blíður og segði, at tað var týðiligt, at fólk ikki hava hildið tilmælini síðstu tíðina, og serliga týðiligt var tað á ólavsøku. Annars segði hann eisini, at teir ikki høvdu heimild at krevja kanningarnar 6. dagin, bert tær við komu til landið. Og enn var ikki greitt, hvør skuldi gjalda fyri tær.

Løgmaður fekk nakrar nærgangandi spurningar, m.a. um, at fólk ikki respekteraðu boðini frá honum. Hann svaraði, at hetta hendi, tá smittan ikki var longur í samfelagnum. Tí væntaði hann eisini, at fólk fóru at taka tilmælini til sín, nú smittan er komin aftur. Enn ætlar hann ikki at lata skúlar og barnagarðar aftur (Runavíkar Kommuna hevur tó longu latið ansingarstovnar aftur, red.).

Eisini varð løgmaður spurdur, um tað ikki var óforsvarligt av honum ikki at gera sítt til at avlýsa ólavsøkuna, men har helt løgmaður, at vit ikki skulu finna syndabukkar, men heldur hyggja frameftir. Hann endurtók, at ætlanin var ikki at lata landið aftur, men viðurkendi, at tað kann gerast neyðugt. Sostatt verður flogferðslan og ferðafólkaskips-ferðslan fyribils óávirkað.

Umframt hetta varð nevnt fleiri ferðir á fundinum, at fólk skulu hava gott hondreinføri, halda frástøðu og spritta nógv.

Vit kunnu leggja afturat, at stutt eftir tíðindafundin, ið m.a. mælti til at útseta festivalar og størri veitslur, boðaði Voxbotn frá, at tey útsettu sín festival, ið annars skuldi vera 5. september.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki