Lýsing
Lýsing
Lýsing

Borgarar í sóttarhaldi kunnu nú ringja til Reyða Kross

SKRIVAÐ: Reyði krossur  |  08.08.2020 - 16:33 Tíðindaskriv

Til tess at stuðla borgarum, sum eru í sóttarhaldi, íverksetur Reyði Krossur nýggja sóttarhaldslinju í morgin 9. august. Nýggja sóttarhaldslinjan hevur samstundis til endamáls at lætta um hjá heilsumyndugleikunum, sum í løtuni arbeiða undir stóra trýstinum, sum brádliga tók seg upp fyrst í august mánað. 

Endamálið við sóttarhaldslinjuni er sostatt at stuðla borgarum í sóttarhaldi, og at gera tað meira atkomuligt hjá fólki at fáa rætta vegleiðing ella víðari leiðbeining til rætta myndugleika.

Tað eru sjálvboðin hjá Reyða Krossi, sum svara uppringingunum, og sum síðani syrgja fyri, at rætta vegleiðingin verður givin.    

Sóttarhaldslinjan hevur telefonnummar 1818, og svarar allar vikudagar frá kl. 10 til 15.

Nú koronasmittan ger um seg, tørvar Reyði Krossur sjálvboðin til Hjálparnetverkið. Øll eru hjartaliga vælkomin at bjóða seg fram við at senda ein t-post til redcross@redcross.fo ella við at skráseta seg á redcross.fo/gerst-sjalvbodin-i-hjalparnetverkinum

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…