Lýsing
Lýsing
Lýsing

So er byggiætlanin “Húsið hjá SNP í Skúvadali” endaliga framd

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.08.2020 - 16:13 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í gjár var ein bólkur av eldsálum, sum so mangan áður, eysturi í Skúvadali við tí í hyggju, at endað Skúvadalshúsið sum byggipláss.

Árni Skaale, ið vegna Skótalið Nólsoyar Páls hevur stað á odda fyri hesum ótrúliga projekti er sera væl nøgdur.

Hann sigur, at arbeiðið hevur gingið framúr væl. Hóast ætlanin var at húsið skuldi standa liðugt í fjør, so er tað væl sloppi, tá tú skalt tilrættarleggja slíkt projekt úti í oyðini, at tað ganga fýra ár í staðin fyri trý til endaliga úrslitið er rokkið og húsið stendur, sum onkur vitjandi segði, sum tað flottasta húsið av sínum slag útið í oyðini.

Men tað hevur kosta, bæði pening og arbeiðismegi. Í dag er húsið tryggjað fyri 1,7 milj. krónur. Árni metir, at eini 200 til 300 eldsálir hava hesi fýra árini, síðani 29. apríl í 2016 tá alt byrjaði, verið har eysturi og tikið hond í. Nógvar donatiónir eru givnar, so væl hevur gingist, at ongin skuld er í húsinum í Skúvadali, nú tað stendur liðugt. Tað er ikki bara eldsálunum fyri at takka. Klaksvíkar Kommuna hevur verið ein hollur stuðul, eins og nógvar vinnilívsfyritøkur, bæði í Klaksvík og kring um í landinum.

Húsið stendur opið fyri teimum, sum hava hug at ganga eystur og sum fara væl um húsið. Tað er ikki ætlanin at leiga Skúvadalshúsið út. Men kanska verða onkur tiltøk gjørd fyri at nøkta raksturin. Tað er ikki ókeypis at hava eini slík hús standandi. Millum annað skal trygging gjaldast sum kostar um 8.000 krónur árliga og harafturat viðlíkahald.

Vit vóna eisini, sigur Árni Skaale, at tey, sum brúka húsið hugsa um at stuðla SNP til rakstur av húsinum.

Gulu skótarnir, SNP er blivið meira virkið hesi seinastu árini og tí heitir Árni Skaale í hesum sambandi á fólk sum kundu hugsa sær at verið leiðarar í felagsskapinum, hjá Úlvaungum og skótum um at seta seg í samband við seg. Árni hevur tlf. 758100.

Í gjár var ein av fagrastu summardøgum eysturi í Skúvadali. Á myndunum niðanfyri sæst, at sólin var frammi og harafturat pollamjørki, sum dalurin var omanfyri, ein ótrúliga vøkur støða, sum myndatóli bert kann geva tær eina hóming av, slíkar løtur skulu upplivast:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…