Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað var ikki skilagott at halda ólavsøku og onnur stór tiltøk, sum støðan var, halda fólk, ið nú verða rakt av tiltøkunum hjá grannalondunum, nú Føroyar aftur eru hart raktar av Corona.

”Berur, blektaður kleyvarskapur” at halda ólavsøku

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.08.2020 - 18:21 Lesarabrøv Vinna

Ein maður, sum arbeiðir uttanlands, og sum er raktur av tiltøkum, sum grannalondini seta í verk, eitt nú at Føroyar eru settar á reyða listan hjá Noregi, tekur nú blaðið frá munninum á sosialu miðlunum. Hann heldur tað vera reinan kleyvarskap at halda ólavsøku og brúdleyp, sum um onki var og hóast óteljandi ávaringar, og at serliga tey, sum arbeiða uttanlands, nú mugu gjalda prísin fyri hendan kleyvarskapin.

Hesin maðurin fýlist fyrst og fremst á, at fólk hava tikið seg sjálvi ov hátíðarliga, og ikki sína ábyrgd. Orðarætt skrivar hann:

So vóru vit aftur á breddanum, grannalandið við nógvum Covid-19.

Tað er okkara ábyrgd, ikki okkum sjálvi, ið vit eiga at taka í ramasta álvara. Av berum blektaðum kleyvarskapi eru vit aftur komin í hesa støðu. Halda brúdleyp og ólavsøku, sum um onki var hent, hóast hundraðtals ávaringar, um eina globala pandemi.

Serligani hart rakar tað okkum, ið arbeiða uttanlanda. Seinast Covid-19 var í hæddini, sótu menn innilæstir í smáum klivum, í sóttarhaldi í 14 dagar, matur settur uttanfyri hurðina 3 ferðir um dagin. Í einum fangatippi sleppa fangarnir hóast alt einaferð um dagin út at spáka, men ikki sjómenn, ið mynstra skulu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…