Lýsing
Lýsing
Lýsing

KVF viðger sendingina ''Fótbóltsprát''

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen og Jákup Ósá  |  13.08.2020 - 19:51 Ítrottur Tíðindi

Tað var eftir 7-0 stórsigurin hjá KÍ móti EB/Streymi, at KÍ-venjarin í samrøðu við FM1 var hvassorðaður um, at verturin í sendingini ''Fótbóltsprát'' hjá KVF er partur av venjaratoyminum hjá B36. Hann vísti m.a. á, at síðani hendan sending hevði viðgjørt, at KÍ fekk so nógv brotsspørk, so hevði KÍ einki brotsspark fingið, hóast hann kundi vísa á fleiri heilt greið brotsspørk, ið áttu at verið dømd. Hann fór enntá so langt sum at kalla hetta ein propagandaplattform. Hoyr alla samrøðuna HER

KVF tekur málið upp
Eftir hvassa kritikkin frá KÍ-venjaranum, so valdi Norðlýsið at lofta hesum, so at tað ikki stóð ósvarað. Vit spurdu KVF-stjóran Ivan H. Niclasen, um tað er ein trupulleiki fyri trúvirðið í sendingini, at verturin er partur av venjaratoyminum hjá KVF.
- Hetta er nakað, sum vit mugu taka upp. Sendingina “Fótbóltsprát” flokka vit undir meiningsjournalistikk. Eyðkennið og sjarman við slíkum sendingum er mangan, at trý fólk kunnu práta um eitthvørt innan fótbóltin, og so koma í minsta lagi sjey meiningar á borðið. Soleiðis skal tað vera, tí vit hava øll meiningar um fótbóltin. Uppgávan hjá vertinum er – í einum løttum tóna – at halda prátinum gangandi. Hann hevur havt sendingina í mong ár. Samstundis hevur hann verið partur av venjaratoyminum hjá bæði HB og B36, og tað hevur hann altíð gjørt lurtaranum greitt, fyri at mana illgitingar um duldar dagsskráir í jørðina. Í hesum sambandi má eg staðiliga afturvísa, at sendingin er ein “propagandaplattformur”, sum venjarin í KÍ skírir hana. Men sendingar hjá KvF skulu hava høgt trúvirði, og nú spurningur verður settur við tað, so taka vit málið upp, segði Ivan H. Niclasen við Norðlýsið fyrr í vikuni.

Ikki somu strongu krøv
Tá vit koma inná leiðbeiningina um góðan fjølmiðlasið og politikkin á økinum fyri at skula vera uttanveltaður í slíkari sending, so vísir KVF-stjórin á, at tað eru ikki somu strongu krøv til hetta slagið av sendingum.
- Tá vit tosa um meiningsjournalistikk eru ikki altíð heilt tey somu strongu krøv um at vera uttanveltaður galdandi, sum t.d. innan tíðindajournalistikk. Kortini skal “Fótbóltsprát” – hóast verturin er partur av venjaratoyminum hjá B36 – liva upp til góðan fjølmiðlasið; eitt nú skal ein ávís javnvág vera í sendingunum, onki felag skal kenna seg at vera fyri mismuni osfr. Tá eitt felag nú ger vart við seg, so taka vit málið upp.
- Vit hava ikki orðaðan politikk um, hvør kann vera vertur á sendingum, sum bera brá av meiningsjournalistikki. Ein rithøvundur ella ummælari kann t.d. viðgera bókmentir osfr. Viðv. sendingum sum hesari, hyggja vit meiri at, um verturin dugir sítt fak og um miðlingin livir upp til góðan fjølmiðlasið á tann hátt, at tað er javnvág í innihaldinum, at fleiri sjónarmið sleppa til orðanna o.s.fr., sigur Ivan H. Niclasen at enda við Norðlýsið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Skjótt at byggja
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið