Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Seinasta vaktin hjá tónleika legendu: Geoff Emerick maðurin aftan fyri nýtt staklag hjá Lenu Anderssen

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.08.2020 - 11:44 Mentan Tíðindi

State of the Land er heitið á fyrsta staklagnum hjá Lenu Anderssen av komandi plátu útgávu við sama heiti. Talan er um fyrsta sangin frá føroysku songkvinnuni síðani To Be With You Again kom út fyri skjótt tveimum árum síðani.

Sangurin State of the Land er skrivaður í 2017 og snýr teksturin seg um, hvussu vit í einum meldri av úrslitum og avrikum viðhvørt gloyma sjálvt menniskjað aftan fyri avrikini.

 

SVANASONGUR HJÁ LEGENDU

State of the Land er ein av ellivu sangum, ið vórðu innspældir saman við mæta enska ljóðmanninum Geoff Emerick. Hendan útgávan skuldi vísa seg at gerast svanasongurin hjá enska úrmælinginum. Geoff Emerick andaðist fáar mánaðir eftir, at hann hevði innspælt plátu við Lenu. Sostatt kann staðfestast, at meðan Revolver hjá The Beatles var tann fyrsta útgávan, har Geoff Emerick virkaði sum upptøkumaður, so er State of the Land seinasta útgávan við enska úrmælinginum handan knøttarnar.

 

 

TIL LOS ANGELES

Tá Lena og Niclas seint á heysti í 2017 settu seg at leggja til rættis hennara komandi útgávu, vildu tey fegin royna at gera tónleik, ið byggir á ta synergi, sum kann íkoma, tá ein sangari og eitt orkestur framføra samstundis í studio.

“Vit spurdu okkum sjálvi;  ‘hvør hevði verið ynskispersónurin at tikið upp eina slíka plátu?’ Geoff Emerick var tað upplagda svarið”, sigur Lena.

Geoff Emerick var ein slóðbrótari innan ljóðupptøkur og var við til at definera eitt gulltíðarskeið í enskum popptónleiki við fyrst og fremst The Beatles í sekstiárunum. “Tá hann játtaði at upptaka komandi útgávuna, vóru vit ikki í iva um, hetta mátti gjøgnumførast”, leggur hon aftrat.

 

Lagið State of the Land er sungið og spælt inn live í LAFX Studio í Los Angeles mikudag 7. mars í 2018.

 

Tað, sum ongin visti hendan dagin var, at State of the Land skuldi gerast seinasta plátuupptøka hjá Geoff Emerick.

 

Hann andaðist 2. oktober í 2018, 72 ára gamal. Og viðurkenningarnar komu úr øllum ættum. Ein serstøk heilsan var frá Paul McCartney. “Vit brúktu nógvar spennandi tímar saman í studio, og altíð leveraði hann vøruna.” McCartney segði somuleiðis. “Hann var ein serliga góður tøkningur og vinur, og sjálvt um The Beatles høvdu nógvar góð ljóðfólk gjøgnum árini, so var Geoff ‘the ONE’.”

 

Tónleikararnir, ið framføra á sanginum State of the Land eru Jóhannus á Rógvu Joensen á bass, Matt Chamberlain á trummum, Matt Rollings á klaver og orgul, Jon Sosin á akkustiskan guitar og Niclas Johannesen elektriskan guitar. Haraftrat syngur amerikanski sangarin Matt The Electrician kór á lagnum. Sangurin er  ljóðblandaður í Los Angeles av Marc Daniel Nelson.

 

Tað er danska plátufelagið Songcrafter, ið gevur út nýggja lagið hjá Lenu Anderssen.

 

Hoyr sangin State of the Land her:

 

iTunes: https://music.apple.com/dk/album/state-of-the-land-feat-matt-the-electrician-single/1526860631

 

Spotify: spotify:track:7sQBCQjPRVRO4A02fNSjIF

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú strýkur vorið völl og dal
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Veðrið í vikuni
KÍ - NSÍ (1-1)
Starvs­fólka­trivnaður er gott fyri botnli…
Øll børn hava sama virðið
Gigtafelagið: Hugsið um klimaviðgerð til…
"Vælferð er ein íløga"
Djórini skulu hava tađ gott og fáa hjálp…
Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – vi…
Betri karmar til nýskapandi vinnur – sta…
Øll skulu hava eitt heim
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Formenni­nir vænta ein tættan og spennand…
Herluf's Kafé fingið sína fyrstu nevnd
Javnaðar­flokku­rin vil ikki minka blokkin…
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Lýsing