Lýsing
Lýsing
Myndarøð: Klaksvík vann á Korona
Hallur Joensen stóð á odda fyri framúr stilladsukonsert ígjárkvøldi, sum hoyrdist kring allan heim.
Klaksvíkingar duga bara hattar har. At skipa fyri tiltøkum í knappari handavending, væl stuðlaðir av altíð fúsa vinnulívinum her norðuri.
Veðrið var av tí allarfagrasta og fólk hugnaðu sær óført. Umframt at Hallur Joensen sjálvur minti uppmøttu fjøldina á, at standa í frástøðu, so vórðu fleiri trygdarfólk, ið gjørdu tað sama. Maskur vóru býttar út millum fólki eisini.
Nakað av tekniskum trupulleikum vóru, men fjøldin dugdi væl at hugna sær ígjøgnum alla konsertina
Petur Martin Solmunde tók myndirnar fyri Norðlýsið.
Seinastu tíðindini