Sjómannadagurin avlýstur, men ikki sjómansvísurnar
Hóast Føroya Sjómannadagur er avlýstur í ár vegna covid 19, so hava Hóraldur og Hans Hjalti valt at stroyma "Syngið við" nú leygarkvøldið. Hetta er tiltak, sum vanliga er á Sjómannadegnum sum endaspurtur. Komandi leygarkvøld ætla knassarnir báðir at vera í luftini við sangi har øll kunnu syngja við. Teir skriva á facebook soleiðis:
Vit báðir Hóraldur Joensen og eg sjálvur stroyma leygarkvøldið 22. august klokkan 20.00.
Var alt sum tað átti, var Sjómannadagurin hildin nú leygardagin. Men hesum støðgaði korona. Ein fastur táttur hevur verið at enda sjómannadagin við felagssangi við sjómansvísum.
Hesum hava Hóraldur og eg staði fyri í fleiri ár, og undirtøkan hevur nærum á hvørjum ári verið sera góð. Nú hetta ikki ber til, ætla vit hóast alt at seta okkum við ljóðførunum og syngja nakrar av okkara bestu sjómansvísum hjá millum øðrum H. A. Djurhuus og Poul F. við sermerktu løgunum hjá Regini Dahl.
Vit stroyma beinleiðis, og stroymt verður á stream.fo, YouTube og á Facebook. Eisini verður hetta sent á rásini hjá Starabúrinum. Leinkir og slíkt verður lagt út seinni. Vit eru spentir og vónandi verða nøkur tykkara við og lurta.