Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bridgeskúli: 5 góðar grundir til at spæla bridge

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.08.2020 - 14:06 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

5 góðar grundir til at spæla bridge 

Bridge er ein ítróttargrein, har tú eisini sum nýbyrjari, hevur møguleikar at vinna dystir
Bridge er avstressandi
Bridge økir um evnini at savna seg
Bridge heldur heilakyknirnar í gongd
Bridge er sosialt
 

“Tað er virkuliga stuttligt at spæla bridge. Serliga tí tað er so avbjóðandi, sum tú sjálvur hevur hug til, at tað skal vera.”

 

Øll kunnu læra at spæla bridge

Visti tú, at øll kunnu læra at spæla bridge?

Bæði børn, ung, tilkomin og eldri.

Tað er sjálvandi lættari, um tú ert von/vanur við at spæla kort frammanundan. Td. Sjavs. Men tað er als eingin treyt.

Í bridgefeløgunum kring landið, hava vit fleiri dømi um, at fólk, ið næstan ikki vistu munin á hjartara og spar, hava lært at spæla bridge og dáma sera væl at møta einaferð um vikuna, at spæla bridge.

 

“Eitt, sum eg haldi, er gott við at ganga til bridge er, at tú sleppur at konsentrera teg um kortspælið og tú spælir við fólki, sum øll dáma væl at spæla kort.”

 

 

Nógv ymisk fólk spæla bridge

Tað eru fleiri typur av fólki, sum spæla bridge. Nøkur eru við fyri at vinna, meðan onnur eru við fyri at hugna sær. Og vit hava brúk fyri øllum.

Ert tú vinnaratypan, so ber til at arbeiða seg upp til at koma á landsliðið

Hevur tú hug at læra at spæla bridge, ert tú meiri enn vælkomin, at koma við á bridgeskúla í heyst.

 

”Tú kanst spæla bridge alt lívið og tað er ikki neyðugt at vera í super fysiskum formi (he, he). So øll kunnu vera við.”

 

Her verða skeið fyri byrjarar í heyst >>

Vágum
Fuglafirði
Tórshavn
Suðuroy
 

 

Spurningar

Hevur tú spurningar um skeiðini ella um bridge, sert tú vælkomin at seta teg í samband við

Arnbjørn Sivertsen (257970 | arnbj.sivertsen@gmail.com)
Símun Lassaberg (504741)
Jákup Egholm (260056)
 

“Eg var 45 ár, tá eg byrjaði. Tað havi eg ongantíð angra. Tvørturímóti eri eg sera glað fyri tað. Eg gleði meg, at møta til bridge einaferð um vikuna. Eg spæli forrestin eisini nógv á netinum.”

 

Les meira og tekna teg her >>

https://bridge.fo/news/101/laer-at-spaela-bridge

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tøkk - Fríðborg Dusina Petersen
Toppdystur í Runavík í dag
Nógvur makrelur landaður í Ánunum
Bilur farin omanav stangavegnum
Trump: Nú er tað upp til Zelenskij
ÚTSØLUENDABRESTUR -70%
Vit fara á Munkagrunnin
Ávirkari hevur yvir 100.000 fylgjarar –…
Elvir tíðindaflutn­ingur Kringvarpsins ti…
Gadus siglir heim
Fiski­vinnu­ting um fiski­vinnu­politikk og…
Nýggjur nevndarfor­maður í P/­F Net
Vísindaklubbur byrjar á Glasi í heyst
Rómurin í Varpinum óførur
Johan Dahl spyr, hví byggingin av H-bygn…
Gott úrslit hjá Trygd í fyrra hálvári   …
KÍ er úti av Conference League eftir bro…
Sjómanna­dagar­nir eru rúsfríðir og ókeypi…
Nógvir KÍ fjepparar í Varpinum
Bátadagur á Tanganum leygar­dagin