Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fridtjof Joensen | Mynd: Oliver Joensen

Skrá: Avdúking av minnisvarða, Kvinna við róðrið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.09.2020 - 12:46 Mentan Tíðindi

Hósdagin 3. september hevði Fridtjof Joensen, sáli, kunnað hildið sín 100 ára føðingardag. Í tí sambandinum setur Føroya Sjómannadagur upp eina standmynd, ið er eftirgjørd eftir eini miniaturu hjá okkara stóra listarmanni.

Hósdagin 3. september verður minnisvarðin avdúkaður á krossinum Víkavegur - Kommunubrekka

Skrá:

Avdúkan av minnisvarða, Kvinna við róðrið 3. september 2020 kl. 17.00
Á krossinum Víkavegur – Kommunubrekka

  • Jógvan Skorheim, borgarstjóri heldur røðu.                                              
  • Ingibjørg Hansen, sang og Magni Husgaard, klaver - Sum hjørtur hyggur tráandi Orð: Henry Francis Lyte   |   Føroyskað: Victor Danielsen   |   Lag: Ólavur Jøkladal
  • Oliver Joensen sigur vegna Føroya Sjómannadag nøkur orð um verkætlanina
  • Bernhardina Klein avdúkar standmyndina                                                   
  • Ingibjørg Hansen, sang og Magni Husgaard, klaver - Eitt dýpi av dýrari tíð
    Orð: Jens Pauli Heinesen   |   Lag: Elin Brimheim Heinesen
  • Karin Kjølbro hugleiðir um Fridtjof Joensen                                                 
  • Ingibjørg Hansen, sang og Magni Husgaard, klaver - Tú, sum milliónir av stjørnum læt lýsa
    Orð: Johannes Johansen   |   Føroyskað: Steintór Rasmussen   |   Lag: Erik Sommer
  • Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini takkar fyri       

 

Um listarmannin
Fridtjof Joensen, listamaður er føddur í Mikladali 03.09.1920 og doyði 19.07. 1988.

Foreldrini vóru Poul Joensen og Bernhardina Johansen. Fridtjof giftist 30.08. 1952 við Karini Eliasen (1922-1974).

Fridtjof Joensen tók prógv sum maskinmeistari í 1945 á Motorfabrikken Tuxham A/S í Keypmannahavn. Hann sigldi sum maskinmeistari við trolara og arbeiddi sum smiðjur í fleiri ár eftir hetta.

Tó teknaði Fridtjof nógv og gjørdi ofta træskurðir í frítíðini, so hugurin hevur altíð staðið til listina og listahandverkið.

Frá 1967 til 1970 gekk Fridtjof á Det Kongelige Danske Kunstakademis billedhuggerskole í Keypmannahavn, har serliga Mogens Bøggild var lærari hansara.

Myndevnini hjá Fridtjof Joensen hava oftast verið sjómanslív, í hoyna, bygdalív, børn spæla og líknandi. Tó er hann einamest kendur fyri hópin av teimum sigandi og rámandi minnisvarðunum, sum standa í mongum bygdum í Føroyum – Minnisvarðar og relieffir fyri teir, sum farnir eru á sjónum.

Flestu teirra eru naturalistiskar endurgevingar í bronsu. Eisini hevur hann gjørt fleiri andlits- og bringumyndir í gipsi og bronsu.

Klaksvíkar býráð hevur fleiri forarbeiðir í gipsi til ymsar standmyndir, sum eru gjørdir. Eisini eru nøkur forarbeiði, sum ikki eru framd í verki. Hann arbeiddi eisini við jarni, stáli, kopari og aluminiumi.

Men grundhandverkið dugdi hann. Fridtjof Joensen var ein framúr teknari – blýantin hevði hann góðan.

I 1980-unum arbeiddi hann meira frítt og royndi ymiskt við ymiskum tilfari og gjørdi eisini kollagir og nonfigurativar skulpturar.

Talan er um eitt av forarbeiðunum hjá Fridtjof Joensen, sum er gjørt úr gipsi í 1977 og er eini umleið 15 cm høgt, ið nú er gjørt sum ein standmynd úr bronsu.

Henda lítla standmyndin er skannað inn í eina teldu og síðani forstørrað upp. Myndevnið er ein kvinna, sum stendur og lítur at einum bátsróðri.

Úr hesum tekningum hava menninir handan Sjómannadagin fingið gjørt eina standmynd úr bronsu, sum stendur á einum grótpalli, so standmyndin tilsamans er eini 180 cm høg.

Standmyndin hevur fingið heitið: Kvinna við róðrið

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch
Fýra býráðslimir takkaðu fyri seg