Lýsing
Lýsing
Lýsing

DMU 2020: Maria tvífaldur danskur meistari og tvey met

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur  |  14.09.2020 - 19:30 Ítrottur Tíðindi

Um vikuskiftið hava Oddvør og Maria luttikið í DM fyri ung á Skovdalen Stadion í Aalborg

Um vikuskiftið hava Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø luttikið í DM fyri ung á Skovdalen Stadion í Aalborg. Tær luttaka í bólkinum fyri 18-19 ára gomul. Tað gekst teimum báðum sera væl. 

Maria byrjaði kappingina leygarmorgunin við at seta føroyskt met í 100m hekkurenning, so tað nú er 16,84 sek. Hon gjørdist nummar fýra í hesi kapping. 

Síðani var tað Oddvør, sum skuldi royna seg á 100m. Tað gekk væl og gjørdist hon nummar 5 samlað við tíðini 13,18 sek. og bert 5/100 sekund frá hennara bestu tíð, tá hon gjørdist føroyameistari í august mánað.

Tær endaðu leygardagin við at renna 400m. Maria var í A-finaluni og vann sannførandi við tíðini 58,36 sek. og meiri enn eitt sekund frammanfyri næsta rennara á mál. Tíðin er ein betring av hennara egna føroyska metið, sum var 58,78 sekund og bleiv sett til DM fyri vaksin í august.

Oddvør var tíverri komin í B-finaluna. Hon vann sannførandi við trimum sekundum frammanfyri næstu gentuna. Tíðin hjá Oddvør blev ein tangering av hennara persónliga meti, sum er 60,31 sekund. Tað rakk til eitt samlað 4-pláss. Hevði hon runnið í A-finaluni, kundi óiva sæð øðrvísi út.

Maria byrjaði sunnudagin við at renna 800m. Her vísti hon aftur sína styrki og gjørdist enn einaferð danskur meistari. Harumframt setti hon persónligt met, sum nú er 2.14,13 min.

Tríggjar tímar seinni skuldu báðar renna 200m. Tær eru ikki kendar fyri at vera sprintarar, men standa seg kortini væl. Maria gjørdist nummar fimm við 26,55 sek. bert 7/100 frá persónliga metinum. Oddvør á sættaplássinum kom fyri fyrstu ferð undir 27 sekund og kom á mál við 26,91 sek.

Julian Gregersen, sum er niðri í lestrarørindum og umboðar Frederikssberg IF, luttók eisini. Hann rann 800m og 1.500m í bólkinum 20-22 ár. Julian hevur í seinastuni víst sera góðan form og tað vísti hann eisini til DMU, har hann ognaði sær silvur í 1.500m við tíðini 4.00,94 min. og bronsu á 800m við 1.59,31 min.

Hvirlan og Bragdið vóru eisini umboðaði til DMU og samanlagt vunnu føroyskir íðkarar 5 gull-, 4 silvur og 4-bronsuheiðursmerkir.

Komandi vikuskifti ferð Vibeka til Danmarkar at luttaka í DM fyri 14-15 ára gomul, har hon skal renna 800m og 1.500m.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tak yvir høvdið fram um spekulatión
Team Klaksvík byrjar aftur leygar­dagin
Eru vit ov krevjandi?
Føroyar hava nú fast pláss í formansskap…
Eirikur: Fiski­vinnan hevur stóran týdnin…
Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu le…
Nýggjársrøða løgmans 2025
Storeldur í einum íbúðarblokki í Esbjerg
Heilsan frá Johannes Martin Olsen
Tøkk - Steinmund Klakstein
Gerhard Lognberg: Stríðið er vunnið
Røst súpan og undirhald í Roykstovuni
Smáu Føroyar vísa Stórabretl­andi vegin
Veðrið í kvøld - tað nýggjasta
Eirikur vitjar Norðlýsið
Nýggjársheilsan frá Evangelisku Røddini
Nær fær Føroyar eina vælferðarætlan?
Ein muslimskur depil er ein miðil til in…
Fólka­flokku­rin: lands­flokkur, mansflokku…
Føroyar og Russland gjørt semju um kvota…