Lýsing
Lýsing
Lýsing
Støðan í heysthálvuni er púra øvug av støðuni í várhálvuni, hvat viðvíkir Corona-smittuni í Norðoyggjum. | Mynd: Corona.fo við landslæknanum sum keldu.

Norðoyggjar slopnar best undan Corona hesaferð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.09.2020 - 12:33 Tíðindi

Meðan nøkur rættiliga stór útbrot vóru í Norðoyggjum í vár, hevur Corona so gott sum ikki verið á landi útnyrðingsmegin Norðoyatunnilin alt hetta hálvárið. Verður sæð burtur frá russiskum skipum í Norðhavnini, eru bara 2 persónar, búsitandi í Norðoyggjum, smittaðir seinna hálvár í ár.

Í gjár, 14. september, dagførdi Landslæknin tølini við økisbýti fyri Føroyar. Í teimum stendur, at meðan miðstaðarøkið, t.e. Suðurstreymoy, er nógv harðast rakt, er útjaðarin komin undan við “skinninum á nøsini”, sum tikið verður til. Eftir 1. juli eru skrásettir 103 tilburðir í Suðurstreymoy, 73 við útlendingum, 21 í Eysturoynni, 12 í Suðuroynni, 8 í Vágum, 7 í Sandoyar Sýslu, eisini 7 í Norðstreymoy, og bert 2 tilburðir í Norðoyggjum. Ein nýggjur bólkur hevur sníkt seg inn, ið eitur “ógreitt”, og hann telur 3 fólk.

Rokna vit um til prosent, so eru 43% í Suðurstreymoy. Útlendingar telja 31%, eysturoyingar 9%, suðuroyingar 5%, vágafólk, sandoyingar og norðstreymoyingar hvør síni 3%, hesin nýggi bólkurin “ógreitt” 1%, meðan decimalarnir mugu takast í nýtslu fyri at rokna partin hjá norðoyingum. Teir 2 tilburðirnir telja 0,8%. Tilsamans hava 236 tilburðir verið síðani 1. juli.

Um vit leggja útlendingarnar burtur úr, hava 163 tilburðir verið millum føroyingar. Býta vit teir á øki, so sæst, at 63% eru í Suðurstreymoy, 13% í Eysturoy, 7% í Suðuroy, 5% í Vágum, 4% í Sandoyarøkinum og eisini 4% í Norðstreymoy, bólkurin “ógreitt” 2% og norðoyingar útgera 1%.

Tað er sjálvsagt torført at meta um, hvørjar orsakir eru til, at tølini fordeila seg soleiðis millum øki. Men tað er hugsandi, at tað, at Norðoyggjar vórðu hart raktar í vár, kann hava gjørt, at norðoyingar hava tikið eyka nógv fyrilit á hesum sinni. Vit hava sæð, at dagstovnarnir í Klaksvík høvdu afturlatið longur enn aðrastaðni. Vit hava somuleiðis sæð, at nógv tiltøk í Norðoyggjum, til dømis konsertir og øll Norðoyastevnan vórðu flutt yvir á internetið. Og endaliga hava vit eisini sæð, at tey bæði risastóru tiltøkini, Summarfestivalurin og Sjómannadagarnir, vórðu heilt avlýst.

At miðstaðarøkið varð serliga hart rakt skyldast sambært læknaserfrøðini, at stór tiltøk hava verið hildin har, fyrst og fremst ólavsøkan, men eisini hava stór privat tiltøk verið hildin. Hetta var beint áðrenn hendan seinna bylgjan byrjaði, og kann hava við tað at gera, at ongin tilburður hevði verið í longri tíð. Eftirfylgjandi hava vit sæð, at tiltøk í Suðurstreymoy eisini eru blivin avlýst og útsett, bæði Tórsfest, Mentanarnáttin í Havn og Voxbotn. Og tølini í miðstaðarøkinum hava eisini verið fallandi seinastu tíðina.

Samanbera vit við fyrru bylgjuna (áðrenn 1. juli), so vórðu 45 norðoyingar smittaðir tá, í mun til 2 nú, ein minking uppá 43. Í Eysturoynni er talið neyvt tað sama báðu megin 1. juli, 21 tilburðir í báðum førum. Norðstreymur hevði 11 tilburðir áðrenn 1. juli og hevur havt 7 síðani. Suðurstreymoy er harðari rakt nú; áðrenn 1. juli vóru 95 tilburðir har, eftir 1. juli hava teir verið 103 í tali. Vágar hava havt eina lítla minking úr 12 tilburðum áðrenn 1. juli niður í 8 tilburðir hesa megin. Sandoyarøkið slapp heilt undan tilburðum áðrenn 1. juli, men hevur nú havt 7 tilburðir. Suðuroyggin er fýra ferðir harðari rakt, við tað at hon er farin úr 3 tilburðum upp í 12 seinna hálvár.

So har Corona rakti hart norðast í landinum í fyrru hálvu, hevur hon rakt harðast miðskeiðis og sunnarlaga í landinum í seinnu hálvu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2…
Breið undirtøka fyri evstu embætunum og…
Sýning av heimildarfilmi­num BIRITU og ve…
Veðrið til á middegi í morgin
Fyrsti tingfundur hesa valsetuna
Hvørja vinnuliga framtíð ynskja vit í No…
Skulu hava tamarhald á dystinum
Formansrøðan hjá Sirið Stenberg á flokst…
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni
Løgmaður: - Barna­frádráttu­rin verður hæk…
Aðalfundur hjá Bláa Krossi
Verða Magn og Effo non-profit ella fái e…
Minni Bakkafrost, meira Føroyar!
Samgonguskjal við nýggjum og spennandi m…
- Sjálvandi skulu vit fara undir oljulei…
Heimskend jazz-trio vitjar Varpið í dag!
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
MAP vinnur arkitektakapping um nýggjan Í…