Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Petur Martin Solmunde

Upptakt: TB-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  19.09.2020 - 07:02 Ítrottur Tíðindi

KÍ spælir í dag í Trongisvági, har TB tekur ímóti. Talan er um 20. umfar í landskappingini.

TB kemur til dystin við góðum sjálvsáliti eftir 3-0 sigur á Argjum seinast. Og tað ger KÍ eisini, tí KÍ hevur fingið góð úrslit seinastu umførini, hóast tað stóð á móti botnliðnum Skála seinast, tá liðið tóktist merkt av, at liðið tríggjar dagar frammanundan hevði spælt krevjandi dyst móti HB. TB og KÍ plaga sum oftast at spæla spennandi dystir í Trongisvági. Eisini dysturin í Klaksvík í ár var spennandi, men báðar dystirnar móti TB avgjørdi KÍ seint og vann 2-1.

Hjá TB eru nærum allir leikarar tøkir av teimum, ið hava spælt síðstu tíðina. Hjá KÍ eru eisini nærum allir leikarar tøkir. Eisini Heini Vatnsdal, sum ikki var við á Skála. Venjarin Mikkjal K. Thomassen hevur fingið trý gul kort og sleppur tí ikki at standa á síðulinjuni og stýra liðnum.

Dysturin í Trongisvági byrjar í dag kl. 14.00. Dómari verður Bjarki Danielsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík