Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú kemur Hannah Arendt í øllum førum til Føroyar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  20.09.2020 - 09:58 Tíðindaskriv

20. feb. 2006 skrivaði Pól á Kletti eina stutta grein í Dimmalætting. Greinin bar heitið “Var Hannah Arendt nakrantíð í Føroyum?”. Pól á Kletti var blivin tipsaður um, at ein føroysk kona hevði fortalt, at Hannah Arendt einaferð hevði steðgað á í Føroyum beint eftir seinna heimsbardaga.

Endamálið við greinini hjá Pól á Kletti í 2006 var at fáa samband við onkran, sum visti um hesa vitjan. Eg havi nýliga verið í sambandi við Pól á Kletti, og hann fortelur at í 2006, var tað ongin sum setti seg í samband við hann, hesum viðvíkjandi.

Hví er tað so spennandi um Hannah Arendt var í Føroyum?! Jú Hannah Arendt var ein av heilt stóru filosoffunum í 20. øld og verður av nógvum skírd sum tann størsti politiski filosoffurin í nýggjari tíð. Tað er eisini sjálsamt at ein kvinna telist ímillum teir allarkendastu filosoffarnar.  

Hannah Arendt er kend fyri, at hon hevur givið eitt týðandi íkast at skilja íkomuna av nasismuni og totalitarismuni. Hannah Arendt er tó kanska mest kend millum vanlig fólk fyri hennara hugtak um “tann banala óndskapin”. Av øðrum stórum avrikum er hennara hennara trýbýtið av menniskjaligum virksemi: at arbeiða, at virka og at handla og hennara trýbýtið av hugans virki: at hugsa, at vilja og at døma. Somuleiðis er hennara ástøði ofta nýtt til at hugsa fólkaræðisliga samfelagið sum eitt  luttakandi demokratii heldur enn eitt representativt demokratii. Hennara ástøði verður nú um dagar stundum eisini nýtt til at viðgera aktuell evnir í okkara samtíð: populisma í politikki, mótmælisgongur og harðskapur, flóttafólk vs. tjóðarstatir, mannarættindi og evnir í samband við arbeiðsmarknaðarstøður.

Hannah Arendt andaðist í 1975 - so í tann forstand kemur hon ikki til Føroyar nú. Men tað verður harafturímóti ein online fyrilestrarøð um Hannah Arendt í heyst/vetur fyri øllum føroyingum.

Undir fyrstu korona-niðurstonging saknaði Jóhannes Miðskarð, at hann ikki slapp at ganga til fyrilestrar og tiltøk. Hann gjørdi tí av at skipa fyri at fyrilestrar blivu hildnir online. Tiltakið hjá honum kallast Online Førleikamenning.

Nú í heyst/ vetur vera henda røð niðanfyri av fyrilestrum í “Online Førleikamenning” – flestu um Hannah Arendt – men einstakir fyrilestrar vera við øðrum evni. Øll er vælkomin og tað er ókeypis - tó má man melda seg til her einstøku fyrilestrarnar her: https://www.onlinewebinar.life/

 

7. okt.

Jóhannes Miðskarð, PhD

Grundleggjandi vitan um Hannah Arendt

 

14. okt.

Jóhannes Miðskarð; PhD

Lyklahugtøk í ástøðini hjá Hannah Arendt

 

21. okt.

Stefan Cantore, Dr.

Ein samrøðutilgongd til broytingarleiðslu

 

28. okt.

Jóhannes Miðskarð, PhD

Hvussu kann Hanna Arendt hjálpa okkum við samstarvi?

 

4. nov.

Anne Marie Pahuus, PhD

Dømikraft frá Hannah Arendt

 

11. nov

Leivur á Lakjuni, MA

Hvat skal eg gera, tá ein av mínum nærmastu hevur ein rústrupuleika?

 

18. nov

Jóhannes Miðskarð; PhD

Kann Arendt bróta ekkokømur?

 

25. Nov.

Torbjørn Ydegaard, Cand. Mag.

Hannah Arendt og “Little Rock”

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sandoy Hálvmaraton er so nógv meira enn…
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…