Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í Starvsfólkabygninginum, ið sæst ytst til høgru á myndini, eru fleiri lekar, sum stava frá, at betongið er gamalt og hevur fingið rivur. Hetta hevur givið eitt ringt inniklima og heilsutrupulleikar hjá teimum, ið gista | Mynd: Oliver Joensen

Heilsuskaðiligt heilsuverk

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.09.2020 - 21:36 Tíðindi

Svart av soppi í rúmum við altanum, sprekkur í bygninginum, sum vatn seyrar ígjøgnum og skapar fukt og ringan lukt. Fólk sum hava skriða í eygunum, ilt í hálsinum og eru trong. Um vitjandi hava børn við, ella eru viðbrekin, hevur verið neyðugt at finna teimum onnur støð í býnum at sova. Støðan í Starvsfólkabygninginum hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi er alt annað enn góð. Myndugleikarnir hava vitað um hetta í 4 ár, men onki er hent.

Tað er komið Norðlýsinum fyri oyra, at bygningar hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru í sera ringum standi, og at teir hava verið tað í longri tíð. Norðlýsið setti sær fyri at kanna hetta, og tað gongur sjón fyri søgn, at Starvsfólkabygningurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum vanliga verður kallaður ”Personalebygningurin”, er í so ringum standi, at heilsuvandi er av at brúka hann. Myndugleikarnir hava verið vitandi um hetta í fýra ár, men hava enn onki gjørt fyri at seta bygningin í stand.

Bygningurin er frá 1960, og aldurin merkist. Hann er gjørdur úr betongi og er vorðin pussaður. Bygningurin er sum øllum kunnugt, ið hava sæð hann, ikki klæddur. Tað, at man omanfyri hevur sprongt fyri vegi og framt annað viðlíkahald uttanfyri, hevur, saman við tí vanliga slitinum, ið altíð er á gomlum bygningum, gjørt, at betongið er sprotnað í støðum. 

 

Tær eru ótespiligar, myndirnar úr rapportini frá Starvsfólkabygninginum. Betongið er rivnað í fleiri støðum; tað lekur og gevur trupulleikar við bæði soppi, lukti og fukti

 

Har tað er sprotnað, lekur vatn ígjøgnum og hetta gevur so fukt ímillum skins og hold, og tað gevur ein keðiligan lukt frá sær. Fyrst og fremst eru tað útveggirnir, sum eru verst raktir, serliga norðurendin og suðurendin av Starsvfólkabygninginum. Tað merkir ikki, at ongin fuktur er aðrastaðni í bygninginum, men har merkist tað mest.

Sum Norðlýsið skilir, so byrjaðu avleiðingarnar av fukti, lukti o.ø. at koma í 2016, tá 2 starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi blivu generað av tí. Klaksvíkar Sjúkrahús tók tað í álvara og flutti hesi starvsfólkini til onnur støð í bygninginum, sum ikki vóru eins meint raktir. Fleiri av rúmunum blivu roknað sum beinleiðis heilsuskaðilig at uppihalda seg í.

Avvarðandi myndugleikarnir hava vitað av hesum øll árini, men onki er hent, og nú eru starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi komin at mørkum. Tey hava bitið tað í seg higartil, men nú hava trupulleikarnir vaksið seg so stórar, at vitjandi starvsfólk, herundir læknar aðrastaðni frá, sum skulu gista í bygninginum, eru farnir at siga frá. Tað er nevniliga í íbúðunum í Starvsfólkabygninginum, at vitjandi starvsfólk plaga at gista.

Onkrir læknar hava sagt frá, at teir kunnu ikki sova í íbúðunum í bygninginum, og møguliga verður neyðugt at leiga seg inn aðrastaðni, og tað kostar sjálvsagt pening. Frammanundan hevur tað longu verið neyðugt at finna aðra innkvartering til gistandi við børnum, eins og til viðbrekin fólk, tí eftir øllum at døma skal man hava góða heilsu fyri at kunna tola at gista í Starvsfólkabygninginum.

Tá Norðlýsið frætti um hesi tingini, bóðu vit um alment innlit, og fingu tá sendandi rapportina. Hon er 69 síður long, men niðurstøðan er ikki til at fara skeivur av: ”Kontorpersonalet bør flyttes til skimmelfrie lokaler grundet de høje værdier af skimmelsvamp i hulmurens troldtekt og grundet middelværdier af skimmelsvampesporer i luften til trods for en god rengøringsstandard”.

Rapportin er farin til Landsverk og til Heilsumálaráðið. Men higartil er tað einans vorðið til eina kostnaðarmeting frá Landsverki fyri at klæða bygningin og fyri ventilatión. Tað skiltist á øllum brøgdum tá, at Landsverk tók uppgávuna seriøst, men síðani er onki hent, og tað bendir á, at trupulleikin liggur í at finna fígging. Hendan kostnaðarmetingin ljóðar uppá góðar 14 milliónir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi