Lýsing
Lýsing
Lýsing
Landsstýrismaðurin í heilsumálum lovar bót og bata, hvat viðvíkir Starvsfólkabygninginum hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. | Mynd: Egin mynd.

Kaj Leo: Starvsfólkabygningurin skal raðfestast ovarlaga!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.09.2020 - 18:39 Tíðindi

Norðlýsið spurdi landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Johannesen, um, hvør hansara reaktión var uppá, at soppur var staðfestur í Starvsfólkabygninginum hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Spurt varð eisini um, hví onki er hent enn, hóast trupulleikarnir vóru staðfestir í eini rapport frá 2016. Kaj Leo Johannesen hevur sjálvsagt ikki verið landsstýrismaður líka síðani 2016, so hann varð eisini spurdur um, hvørt hann var vitandi um rapportina.

Landsstýrismaðurin er vitandi um, at har hevur samskifti í gongd millum leiðsluna í heilsuverkinum og Landsverk. Sjálvur vil landsstýrismaðurin gjarna raðfesta tað ovarlaga, og hann er vitandi um, at prísurin fer at liggja um 14 milliónir. Landsstýrismaðurin viðgongur tó, at hann hevur verið sterkt upptikin av Corona, so hetta er ikki nakað, hann hevur havt stundir til at arbeitt við sjálvur.

Kaj Leo Johannesen sigur, at bygningarnir í Klaksvík eru ikki eindømi um bygningar hjá heilsuverkinum, ið eru í ringum standi. Eisini í Havn eru nógvir eldri bygningar, sum heilsuverkið varar av. Men Starvsfólkabygningurin í Klaksvík má liggja øgiliga frammalaga, sigur Kaj Leo, ið leggur afturat, at hann altíð lesur Norðlýsið, og tí eisini hevði sæð greinina um trupulleikarnar í Starvsfólkabygninginum, ið varð løgd út fyrr í vikuni.

Nú ætlar heilsumálaráðharrin so at seta seg inn í málið og fer at hyggja at, hvat ítøkiliga kann gerast. Neyðugt verður ikki at umvæla allan bygningin, men serliga eina síðu av honum. Eisini kom heilsumálaráðharrin inn á ætlanirnar við gulu húsunum, ið eru nakað broyttar síðani tann nýggi leiðslubygnaðurin kom í gildi, og hann kom eisini inn á møguleikarnar fyri at brúka eitt ávíst areal av sjúkrahúsbygningunum til uppvenjing. Men ítøkiliga málið við ringa standinum á Starvsfólkabygninginum lovaði heilsumálaráðharrin at fara at seta seg inn í nú, og so fáa vit at síggja, um peningurin verður settur av beinanvegin, ella um tíðin verður sæð ann. Tí ein loysn skal finnast.

Fyri at tað ikki skuldi gerast ov yvirskipað og ov lítið ítøkiligt, spurdi Norðlýsið landsstýrismannin um tey ítøkiligu forholdini, har eitt nú læknar og onnur starvsfólk í heilsuverkinum koma inn og skulu gista, lata hoyra frá sær um standin. Landsstýrismaðurin svaraði, at tað gjørdi avgjørt inntrykk á seg. Tá man fær konsulentar og onnur heilsustarvsfólk til Klaksvíkar Sjúkrahús, so skal innkvarteringin vera í lagi.

Tó væntar landsstýrismaðurin, at tær loysnirnar, sum higartil hava verið brúktar, nevniliga at leiga onnur leigumál úti í býnum, mugu halda fram í eina tíð afturat, inntil hetta málið er komið uppá pláss. Hann vísir á, at higartil hevur tað verið loyst við at leiga hesi fólkini inn aðrastaðni, og tað hevur riggað – tó sjálvsagt bert sum fyribilsloysn. Ella sum landsstýrismaðurin sjálvur orðar tað: “Tað er bara næstbest”.

Til spurningin um ætlanin er at byggja nýtt, svarar Kaj Leo Johannesen, at her mugu vit síggja, hvat Landsverk sigur. Um tað er bíligari og betri bara at ríva niður enn at umvæla, so er tað ein møguleiki. Hann vil sjálvandi taka fyrilit fyri tí søguliga, men sigur, at onkuntíð kann tað vera betri at ríva gamalt niður fyri at byggja nýtt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…