Lýsing
Lýsing
Lýsing

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur svarar Bjarna Kárason Petersen

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna  |  27.09.2020 - 10:54 Politikkur Tíðindaskriv

Fyrispurningur um lóg um foreldramyndugleika og ættleiðingarlógina, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Spurningur 1. 

Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fyri Løgtingið uppskot um broyting í løgtingslóg um foreldramyndugleika, soleiðis at eitt barn hevur tvey foreldur við føðing?

 

Til spurning 1

Í samgonguskjalinum er ásett, at børn skulu fáa rætt til bæði mammu og pápa, og at rættindi og skyldur verða staðfestar. Vit skulu kanna, hvussu vit á besta hátt tryggja hesi rættindi og at tað, sum ásett verður í einari nýggjari lóg, er tað besta fyri barnið. Fyrireikingararbeiðið í mun til at broyta lóg um foreldramyndugleika er farið í gongd. Almannamálaráðið hevur fingið viðmerkingar um fyrimunir og vansar við galdandi lóggávu frá viðkomandi pørtum og myndugleikum. Í næstum verður farið undir at viðgera hesar viðmerkingar nærri eins og ætlanin er at kanna nærri, hvussu okkara norðurlendsku grannar hava skipað teirra lóggávu á økinum. Síðani kunnu vit nýta teirra bestu royndir sum fyrimynd í okkara lóggávuarbeiði. Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at tað hava verið nógvar atfinningar at foreldraábyrgdarlógini í Danmark. Tað er umráðandi, at rættar dagføringar verða gjørdar í lóggávuni - fyrst og fremst til gagns fyri børnini. Tað kann taka nakað av tíð at endurskoða lógina og gera eitt nýtt lógaruppskot, men hetta er nakað, sum verður raðfest

 

Spurningur 2.

Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fyri Løgtingið uppskot um broyting í ættleiðingarlógini, soleiðis at tað verður lættari hjá eini sammóður at ættleiða barn, sum makin hevur borið?

 

Til spurning 2

Á familjurættarliga økinum fari eg fyrst og fremst at raðfesta tað, sum er ásett í samgonguskjalinum, og reglur um sammóðurskap eru ikki ein partur av hesum málinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…