Lýsing
Lýsing
Lýsing
Niels Juel Arge prátar við Hanus í Glasstovu. | Mynd: nielsjuel.fo

Fram við landi í Árnafirði við Hanus í Glasstovu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.09.2020 - 16:00 Mentan

Ein summardag í 1976 flotaðu Hanus í Glasstovu og Niels Juel Arge eitt fýramannafar í Árnafirði og sigldu fram við landi. Við teimum var eisini Niklái Poulsen, sum seinni sigldi runt Fugloynna við Niels Juel. Finnbogi Johannesen stóð fyri upptøkuni og minnist, at teir onkra løtuna róðu framvið landi.

Hanus, sum var farin væl av áttati, tá upptøkan var gjørd, segði frá staðarnøvnum, innløgu, fuglameingi og øðrum søgum og hendingum.

Hanus í Glasstovuni

Hanus var føddur 3. Juli 1892 og var fimtur av tólv syskjum (tveir teir yngstu dreingirnir doyðu ungir). Foreldrini vóru : Joen Jacob Hansen úr Árnafirði og Anna Kristina Lamhauge úr Lamba Giftust í 1883.

Í dópsbrævinum stendur Hans Hansen. Men hann varð altíð nevndur Hanus í Glasstovuni.

Sína skúlagongd fekk hann í Árnafirði, men hann fór ungur til skips. Hugurin til sjógvin var so góður segði hann, at hann misti matarlistin, tá hann frætti at menn fóru at rigga skipini til, so altráður var hann at sleppa avstað.

Bert 15-ára gamal fór hann við deyðssiglaranum ”Primadonnu” úr Suðuroy. Hanus sigldi í 35 ár við ymiskum skipum har í millum Phebe, Pride, Gudrun, Ekliptiku, Clementu og Bjørn Ólavson.

Hann legðist uppi í 1942 og fór í staðin at rógva út úr Klaksvík og Árnafirði, og arbeiddi fisk á Stongunum. Hann sigur neyvari frá sjólívinum í grein í Tíðindablaðnum í 1974.

Hanus var væl fyri langt upp i árini. Honum dámdi væl at hitta fólk, sum komu framvið í Árnafirði, og hann tók eina í við ymsum, sum skuldu gerast í bygdini. Hanus doyði 84 ára gamal í juni 1977 árið eftir, hann og Niels Juel sigldu túrin fram við landi og tóku samrøðuna upp.

Hanus í Glasstovuni giftist í 1915 við Onnu Mariu Christinu Høj av Strondum, Tey fingu 8 børn. 1) Anna M. Hansen f.1915 2) Anna Kristina Hansen f.1917 3) Joen Sofus Hansen f.1919 4) Óluva Hansen f.1921 5) Henrietta Hansen f.1923 6) Jenny Hansen f.1925 7) Hjørdis Hansen f.1931 8) Jastrid Hansen f.1935.

Fyrri partur av sendingini kann hoyrast her.

Seinni partur av sendingini kann hoyrast her.

Greinin frá 1974 í Tíðindablaðnum kann lesast her.

Keldutilvísing: www.nielsjuel.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð