Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðborg: 150 fjórðingar norður úr Kallinum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  29.09.2020 - 16:35 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Nú eg havi verið umborð á Norðborg í skjótt eina viku, kann eg siga, at hetta hevur verið ein ótrúlig uppliving. Fyrst og fremst havi eg verið sera hugtikin av  hesum tekniskt sera framkomna skipi, og ikki minst av ótrúliga sosiala umhvørvinum umborð.

Í greinini er skrivaði áður her á heimsíðuni hjá Norðlýsinum, nevndi eg, at arbeiðið á dekkinum var so væl fyriskipað, at umframt skiparan á brúnni, sum stýrdi spølunum, so vóru bert tveir mans á dekkinum tá trolið bleiv koyrt út, og tá tað bleiv hálað aftur.

Hesaferð havi eg verið á verksmiðjuni, ið sker sildina til flak. Tá trolið er komið upp undir hekkuna, verður tað pumpa tómt fyri ímeðan tað hongur uttanborða. Hagani fer sildin í kølitangarnar á skipinum. Skiparin, Jón Rasmussen sigur, at sildin skal vera í tangunum nakrar tímar áðrenn hon aftur verður flutt, hesaferð inn á verksmiðjuna til skeringar.

Tekniskt er skipið so væl útgjørt, at ongin av manningini rørir sildin nakrantíð. Sildin verður pumpa runt við sjógvi og flutt við flutningsbondum.

Fyrst fer fiskurin ígjøgnum eina sorteringsmaskinu, ið sorterar í ymiskar støddir. Hagani skal hon til røttu flakamaskinina og fyrst til avhøvdaran.

At syrgja fyri at sildin vendir rætt tá hon fer í avhøvdaran er eitt sera einfalt og hugvekjandi tól, sum letur tær sildirnar, ið venda rætt fara beinleiðis í avhøvdaran, ímeðan tær, ið venda skeivt vera vendar.

Tá tær koma her frá, verða tær vendar á liðina, allar á somu lið, klárar til skeringar. At tær liggja á somu síðu er umráðandi, tí áðrenn flakið verður skorið, skal búkurin skerast burturúr (hetta sæst á myndunum niðanfyri. Síðani verður skorið til flak, “butterfly flak” verður tað kalla á fakmálinum, hetta tí at fløkini hanga saman í rygginum og onkur hevur hildið at hetta líkist einum summarfugli.

Síðani fer flakið víðari til frystingar, tað skal eg siga nakað um seinni.

Bert tríggir mans eru í framleiðsluni á hvørjari vakt. Alt flakið, ið gongur ígjøgnu uttan trupulleikar verður ikki nortið av mannahond. Sildin verður sum sagt pumpa úr trolinum í kølitangarnar, verður pumpa víðari til sorteringsmasknuna og síðani fer flutningurn fram ígjøgnum flutningsbond, í ymisk tólmenni og út til frystingar.

OG tað gongur skjótt. Á verksmiðjuni siga teir mær, at flakamaskinurnar spíta 3,8 butterflyfløk út um sekundið.  Teir siga víðani, at rekordin er 204 tons av skornum butterflyfløkum í 24 tímar.

Annars siga teir at teir rokna 60 tons av flaki fyri vaktina at vera nøktandi. Hartil er at siga, at teir rokna við at úrtøkan liggu um 50%, so 204 tons av flaki krevur 408 tons av sild.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…