Lýsing
Lýsing
Lýsing

Endurvinn matleivdir við hús

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  30.09.2020 - 23:45 Tíðindaskriv

Saman við IRF, fer Klaksvíkar kommuna undir eina verkætlan at bjóða sínum borgarum eitt sett av Bokashi spannum. Í einum setti av Bokashi eru tvær spannir og 1kg av kompostger. Í fyrsta umfari eru 100 sett av fyri at meta um hvør tørvurin og áhugin hjá borgarunum er.

Bokashi er ein máti at endurvinna matleivdir við hús. Í bokashi-tilgongdini verður tilfarið (matleivdirnar) súrgað, eins og tá vit súrga mjólk ella grønmeti. Tilgongdin verður kallað fermentering og er anaerobisk. Hvørja ferð, tú koyrir matleivdir í bokashi-spannina, verður kompostger latin omanyvir (Hendan gerin fylgir við bokashi-settinum).

Tá spannin er full, skal hon standa í tvær vikur í innihita, og síðani eru tveir møguleikar at hagreiða bokashi-tilfarið víðari:

Tilfarið kann gravast niður í mold (t.d. í eina gamla veltu ella í eina pallerammu)
Tilfarið kann leggjast í ein kompostkassa og síðani verða dekkað til við mold.
Allar matleivdir kunnu latast í bokashi-spannina, eisini fiskur og kjøt. Rotta verður ikki drigin at bokashi á sama hátt sum við vanligum komposti. Orsøkin til hetta er, at innihaldið í Bokashispannini hevur eitt sera lágt pH-virði, og rottum dáma ikki súran mat (tær dragast í størri mun at rotnum mati). Tó kann tað henda, at hundur ella fuglur fer at skava í einum kassa við bokashi, um tilfarið ikki er grivið nóg langt niður. Tí verður mælt til at leggja 5-10 cm av mold omanyvir, hava eitt lok yvir ella brúka ein kompostkassa.

Afturat Bokashi-settinum er tað neyðugt, at borgarar hava ein kompostkassa, pallerammu ella møguleika at grava bokashitilfarið niður úti í garðinum.

Hesar treytir eru fyri at fyribyrgja smittuspjaðing frá køks-og matleivdum, sum stava frá djórum, til húsdjór.

      Køks- og matleivdir skulu vera blivin til sankutøð, áðrenn tey verða brúkt.
      Sankutøðini skulu brúkast í tí húsarhaldi, har matleivdirnar koma frá, og mugu ikki flytast til onnur støð.
      Sankutøð mugu ikki brúkast har samband er við húsdjór, tvs. høsn, gæs, seyð, heimalomb osfr..
      Sankutøð mugu ikki brúkast á landbúnaðarjørð.
Fleiri upplýsingar um sankutøð eru at finna á heimasíðuni hjá HFS um ásetingar fyri privat húsarhald. Les meira her.

Til ber eisini at lesa meira um Bokashi á www.byhaver.dk, og møguleiki er eisini at innlima seg í føroyska facebook-bólkin “Bokashi sankutøð í Føroyum”.

Klaksvíkar kommuna og IRF bera kostnaðin av Bokashi útgerðini. Tey sum eru áhugaði kunnu melda til á leinkjuni her: Melda til her.

Í fyrsta umfari eru 100 sett av fyri at meta um hvør tørvurin og áhugin hjá borgarunum er.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…