Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Um eg skilji tað! Um eg fati tað!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  06.10.2020 - 23:03 Bloggur Politikkur

Nú verður skjótt koyrandi hálvan vegin úr Tórshavn til Suðuroyar, men hvørki suðuroyingar ella tinglimirnir tykjast at hava fatað tað. Um Sandoyartunnilin skal geva nakra búskaparliga meining, so eigur Suðuroyarleiðin at verða partur av hesi risaætlanini. Hví sigla allan vegin, tá til ber at koyra næstan helvtina av vegnum?

Fyri tað fyrsta eigur at verða sagt, at uppgávan hjá tí almenna og Strandfaraskipum Landsins eigur ikki at vera at flyta útflutning landsins upp í hendurnar á teimum stóru reiðaríðunum, ið flyta útflutningsvørur Føroya av landinum.  Nógv av hesum skipunum koma úr Íslandi og sigla framvið teimum havnunum, haðani útflutningurin kemur.

Landið átti at álagt  hesum reiðaríunum sum treyt, at skipini skulu leggja at, har útflutningsvøran verður framleidd, og ikki bara sigla framvið Fuglafirði, Klaksvík, Runavík, Tvøroyri, Vági ella hvaðani útflutningsvøran kemur.  Ein orsøk til at Smyril mangan er so ovbyrjaður er, at hann flytur útflutningsvørur úr Suðuroynni upp í hendurnar á reiðaríunum, sum bara sigla av Havnini. Um neyðugt kundi ein farmaruta verið sett á stovn millum Suðuroynna og miðstaðarøkið.

Strandfaraskip Landsins skulu taka sær av ferðafólkaflutningi, postflutningi og lættari farmaflutningi. Tað er í veruleikanum heilt vitleyst, at allur útflutningurin verður koyrdur á hjólum til Havnar, samstundis sum skipini sigla framvið teimum havnunum, har útflutningsvørurnar verða framleiddar.

Nú eri eg ikki av teirri áskoðan, at mín meining er tann einasta meining, nøkur meining er í. Men tá tey, ið eiga at hava meiningar um tingini, onga meining tykjast at hava, so noyðast vit, sum kanska hava lítið at hava okkara meiningar í, at vísa á, at onkur kortini kanska hevur eina meining, sum nøkur meining er í!

Tí, fyri tað næsta, so eigur ferðafólkaflutningurin, postflutningur og lættari farmaflutningur millum Suðuroynna og miðstaðarøkið at fara fram yvir Sandoynna, nú tað skjótt verður koyrandi hálvan vegin.  Samskipan hevur ikki júst eyðkent tunnilsætlaninar higartil. Hvørja ferð tær eru til reiðar til nýtslu, so koma tær næstan eins og ketta upp úr høvdatrogi, og tey lokalu fara at spyrja seg sjálvan hvat tey skulu gera við eyka ella øðrvísi ferðsluna, sum stendst av tunlunum.

Suðuroyartunnilin kemur, og er vorðin meira sannlíkur, nú el-bilarnir gera innrás, og stóri trupulleikin við útlufting í longum tunlum ikki er so átrokandi. Um tíggju-tólv ár vera kanska ongi benzin- ella dieselakfør eftir í Føroyum, og til ta tíð verður kanska koyrandi millum Sandoynna og Suðuroynna.

Í meðan, og fyri tað triðja, so er at fara til verka nú beinavegin, so ein nýggj loysn er til reiðar, tá Sandoyartunnilin er liðugur. Og tað er at útvega sær tvey skip til sigling millum Hvalba og Sand (ella har tað er mest hóskandi) – eitt vetrarskip, ið tekur 25/30 akfør og kann sigla einar fimm-seks ferðir um dagin á leiðini (umleið 100-110 akfør um samdøgrið). Og eina skjóttgangandi tvíkilju til summarsigling, ið kann taka 20 akfør og sigla einar átta ferðir um dagin (120-180 akfør um samdøgrið).

Skulu suðuroyingar hava títtleika á leiðini, og altíð hava samband til flogruturnar til og av flogvøllinum, og sleppa aftur og fram til ørindi í høvusstaðnum hvønn dag, so ber ikki til at hava risastór og ovurhonds dýr skip. Soleiðis er tað bara! Tvey slík skip – eitt vetrarskip og ein tvíkilja – høvdu verið munandi bíligari í rakstri og nýíløgu enn núverandi Smyril, og tað er ikki vist, at Smyril heldur í tíggju ár afturat.

Suðuroyingar eru so vanir við tankan um beinleiðis samband millum oynna og Havnina, at fólk duga kanska illa at ímynda sær alternativar møguleikar – men beinleiðis tunnil til Havnar fáa suðuroyingar neyvan! Og argumentið um at ein  høglig farleið millum Hvalba og Sand er ein hóttan móti Suðuroyartunlinum, er ein óneyðug forðing fyri at gagnnýta Sandoyartunnilin, tá hann verður liðugur, og inntil Suðuroyartunnilin verður ein veruleiki.

Ein og ein hálvan tíma til Havnar fimm ferðir um dagin um veturin, og ein tíma til Havnar átta ferðir um dagin um summarið, tað er vert at hugsa um – ella hvussu?

Sum longu nevnt, so eri eg ikki av teirri áskoðan, at mín meining er tann einasta meining, sum nøkur meining er í. Men eg sigi bara, at skjótt verður tað koyrandi næstan hálvan vegin úr Havn til Suðuroyar, so hví ikki gera sær dælt av tí ímeðan?

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…