Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dreymar um Fuglafjørð

SKRIVAÐ: Visit Fuglafjørður  |  08.10.2020 - 19:30 Mentan Tíðindaskriv

Hvat droyma fólk um? Hvussu sær eitt dreymastað út? Hvørjar dreymar hava fólk fyri heimstaðin? Hvussu kunnu vit gera ein bý betri fyri tey, sum búgva ella ferðast har?

Dreymar um Fuglafjørð er eitt tiltak, sum fekk loyvi til at liva, hóast Mentanardagarnir 2020 máttu avlýsast. Her bjóðaðu fyriskipararnir øllum, sum høvdu áhuga fyri Fuglafirði, at senda ein dreym um eitt ávíst stað, sum antin kundi skapast ella gerast betri.

 

Tað vísir seg, at tað eru nógv ymisk og spennandi ting, sum fólk droyma um, sum kunnu gera hendan býin enn betri at liva í ella ferðast til. Dreymarnir eru lagdir fyri verandi býráð og mentamálanevndin fer at kjósa besta dreymin. Vinnarin fær 5.000 kr. fyri dreymahugskotið.

 

Men dreymar eru allarbest, tá teir vera deildir, tí tá kunnu vit droyma saman. Tá vit hoyra dreymin hjá einum øðrum, kunnu vit droyma víðari um tað sama, ella kanska birtir hesin dreymur undir ein nýggjan dreym?

 

Tí fara teir yvir 40 dreymarnir, sum komu inn til kappingina, at verða vístir fram á einari øðrvísi framsýning í Mentanarhúsinum. Framsýningin verður sett hósdagin 15. oktober kl. 17, tá formaðurin í mentamálanevndini, Ólavur Larsen, eisini fer at kjósa vinnaran.

 

Framsýningin verður opin fríggjadagin 16. til og við sunnudagin 18. oktober kl. 13 – 17. Mánadagin 19. oktober verður opið eftir avtalu fyri skúlar og stovnar, sum kunnu seta seg í samband við Mentanarhúsið á tlf. 238069 at avtala tíðspunkt.

 

Hendan framsýningin ber bara til, tí fólk hava latið sínar dreymar inn og harvið deilt teir við øllum. Idemøblar eru eisini við, tí hagani koma dreymakoddarnir, sum eru ein týðandi partur av framsýningini.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni